StÍF-Neistin 28-27 (15-13)
Fortreytirnar hjá strandingum undan dystinum vóru tó alt annað enn góðar. Leikandi venjarin, Jónleif Sólsker, var ikki so leikandi, orsakað av einum skaða í knænum. Harumframt hevur Alexandur havt trupulleikar við knænum, bróðurin, Artur hevði ilt í rygginum, umframt at Marius Joensen hevði ligið sjúkur í nakrar dagar. Teir tríggir seinast nevndu vóru tó allir á vøllinum, tá dysturin mikukvøldið varð blástur í gongd.
Neistaliðið var eisini eitt sindur skert, við tað at Finnur Hansson er millum teirra, sum í løtuni liggja í seingini við krími.
Skiftandi støður
Fyrstu løtuna var tó líkt til, at skerda StÍF liðið einki skuldi formáa sær. Neistamenninir byrjaðu sum eitt óløgi, og eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið sær eina fimm mála stóra leiðslu.
Jónleif Sólsker á StÍF beinkinum hevði eisini grøna kortið frammi, so hann kundi fáa nøkur orð á sínar menn, men hetta gjørdist tó ongantíð neyðugt, tí brádliga fann heimaliði stevið aftur.
Hetta var tó við góðari hjálp frá gestunum, sum brádliga byrjaðu at gera nakrar fullkomuliga ómotiveraðar villur, hálvhjartaðar skotroyndir og nølaðu í álopðsspælinum. So við og við fekk StÍF fatur á neistaliðnum, og eftir 8 minuttum, var støðan broytt frá 2-7 til 8-8.
Neistin kom nú nakað meira við aftur í spælið, men kortini vóru tað strandingar, sum framhaldandi stýrdu spælinum, og tá farið varð til hálvleiks, høvdu teir vunnið sær eina tvey mála leiðslu.
Eitt, sum tó tykist undrunarvert er, at hóast Neistin fullkomuliga misti tamarhaldið a dystinum seinna partin av hálvleikinum, so varð eingin roynd gjørd frá beinkinum um at bøta um spælið. Bæði álop og verja spældu víðari í óbroyttum líki, og neistaleikararnir vóru fullkomuliga ráðaleysir hesa løtuna.
Gjørdist spennandi
Í seinna hálvleikivar tó meira skil komið á neistaliðið, og nú fylgdust liðini rættuliga væl. Neistin vann sær skjótt eina tvey mála leiðslu, men heimaliðiði svaraðir beinanvegin aftur, og eftir hetta var ongantíð meira enn eitt mál millum partarnar.
Um miðjan seinna hálvleik noyddist Artur út á beinkin eina løtu at hvíla seg, men hóast henda stóra miss, so megnaðu strandingar alla tíðina at fylgja gestunum.
Ein stóran part av heiðrinum fyri hesum, átti Johan í málinum, við tað at hann hevði fleiri góðar bjargingar hesa løtuna, serliga tá Kári nakrar ferðir varð leiktur fríur í høgra borði. Tá tveir minuttir vóru eftir at leika, var líkt til, at dysturin skuldi taka eina avgerandi vend. Áki Olsen varð tá vístur út, við tað at hann hevði togað í bringuna hjá John, tá hesin leyp upp í skotroynd, og neistamenn máttu nú leika restina av dystinum við einum leikara í minnilutað.
Kanska var útvísingin nakað hart dømd, men hóast hetta, so megnaðu neistamenn enn einaferð at javnað til 27-27, men strandingar høvdu framvegis góðan hálvan minutt til at skjóta avgerandi málið.
Álopið vardi tó nakað leingi, og tá tíðin var farin, stóð framvegis á jøvnum. StÍF átti tó eitt tríggja metra kast, og við góðari hjálp frá verjumúrinum hjá neistanum, sum stóð fullkomuliga skeivt plaseraður, megnaði John at skjóta sítt 12. mál í dystinum, og á tann hátt tryggja heimaliðnum sigurin.
Hvat nú?
Liðini bæði skulu nú bíða í nakrar vikur, áðrenn tey endaliga kunnu gera av, hvørt av teimum skal leika steypafinaluna móti Kyndli ella VÍF, og hóast strandingar nú hava fyrsta settbóltin, so eru útlit fyri, at vit fáa ein sera spennandi dyst, tá liðini bæði tørna saman í Havn hin 26. í hesum mánaðinum.
Strandingar verða tá helst betri fyri, hvat viðvíkur fólki, men samstundis hevur Neistin eisini til ta tíð havt betri stundir at arbeiða við spæli sínum.
Tað er nevnliga soleiðis, at neistaliðnum í stóran mun tørvar alternativar loysnir til álopsspælið, sum í alt ov stóran mun koyrir upp á at spæla bakkarnar upp til skot.
Tá strandingar fingu vart fyri hesum, megnaðu liðfelagarnir hjá Heina og Áka í alt ov lítlan mun at mynda spælið, og hetta kann koma at kosta í seinasta enda, tí øllum kunnugt, so er hondbóltur eitt liðspæl. Sjálvsagt er tað ein stórur fyrimunur at hava góðar einstaklingar, men hinvegin eigur liðið eisini at hava aðrar møguleikar.
Hetta hevði StÍF liðið mikukvøldið. Gaman í, so skeyt John 12 mál, men tað vísti seg fleiri ferðir í dystinum, at um ov stórur dentur varð lagdur á verja fyri honum, so kostaði hetta kortini, við tað at Artur, Marius og Alexandur allir kunnu bróta ígjøgnum, um teir fáa pláss til tess.
Hvussu er og ikki, so verður tað í øllum førum spennandi, tá StÍF kemur til Havnar um tvær vikur.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
STÍF:
John Petersen 12 (4), Sveinbjørn Poulsen 4, Marius Joensen 4, Kartin Danielsen 4, Alexandur Johansen 2, Artur Johansen 2
Neistin:
Heini Joensen 9 (2),
Áki Olsen 8 (1),
Kári Mortensen 3,
Elmar Ósá 3,
Áki Mørk 3,
Karl O. Rasmussen 1
Brotskøst:
StÍF 4, Neistin 3
Útvísingar:
Neistin 5
Dómarar úr Kyndil:
Hanus Kúrberg og
Hans Thomassen