Í sambandi við, at 2011 á stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum varð kostið at vera kostár, meldaði ÍSF seg undir flaggið við egnum ungdómsráðgeva og stórum ætlanum. Ætlanum væl at merkja, sum einki hevur verið at sæð til allan seinna part av vetrarhálvuni.
Hvar stendur ÍSF so, tá tað kemur til rúsdrekka og ítrótt.
- ÍSF samtykti 14. mai 1999 eitt stevnumið um rúsdrekka og ítrótt, og har eru nakrar greinar, sum vit vænta og vóna, at feløg og einstaklingar halda seg til. Hesar reglur ganga út upp á, at feløg og einstaklingar ikki skulu lýsa við beinleiðis framleiðslum av rúsdrekka frá virkjum, sum hava beinleiðis við rúsevni ella rúsdrekka at gera, sigur Petur Elias Petersen.
Hann sigur, at beinleiðis orsøkin til hesa reglugerðina er at finna í teirri tíðini fyri 12 árum síðani, tá framleiðslur sum Smirnoff Ice og Bacardy Breezer vóru ógvuliga væl umtóktar millum ung.
- Hetta saman við einum tálmandi hugburði vivíkjandi rúsdrekka rundan um vøllin, har sum dystir verða leiktir, og har sum ungdómur hittist, sigur Petur Elias Petersen.
Hann viðgongur tó, at tað er rímiligt, at fólk seta Okkara í samband viðøl.
- Jú tað er rætt, Okkara øl er komið á marknaðin. Vit hava ikki endurskoðað okkara stevnumið, síðani tað varð samtykt, hinvegin, so sum eg síggi tað á heimasíðuni hjá HB, er tað ikki nøkur framleiðsla, ið lýst verður við, men bert heitið á virkinum, sigur Petur Elias Petersen.
Og tí heldur ÍSF forsetin ikki, at sponsoravtalan stríðir beinleiðis móti stevnumiðinum hjá ÍSF. Og hetta er ikki eitt mál fram um nakað annað, ið órógvar ÍSF-forsetan. Men.
- Sjálvandi eiga allar lógir og reglugerðir hjá ÍSF at verða endurskoðaðar við jøvnum millumbilum, og a tá nú hetta málið hevur stungið seg upp, og marknaðurin er broyttur, er tað helst nakað, vit eiga at hyggja nærri eftir. Antin gera nýggjar tulkingar, ella koma við einum nýggjum stevnumiði, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.