- Verður rætt farið fram, kann hendan miseydnaða byggiætlanin bjargast! Heili fýra Eigarafeløg sum liggja rundan um Karlamagnusarbreyt, heita nú á býráðið um at kollvelta alla byggiætlanina fyri Karlamagnusarbreyt. Tey fýra eigarafeløgini, Eigarafelagið Hoyvíkshædd, Eigarafelagið Maritugøta,
Siga, at ein og hvør, við eitt lítið sindur av skili, dugir at síggja, at ætlanin hjá býráðnum er alt ov stórfingin. Endamálið hjá býráðnum er at gera Karlamagnusarbreyt til eina ”miðstaðargøta við handilslívi, ið ber brá av býarøki”, sum tikið verður til.
- Ein handil er komin, so tað er at taka í so rivan til, tá sagt verður, at har er “handilslív, ið ber brá av býarøki”, siga tey fýra Eigarafeløgini. Hinvegin hevur borgarstjórin sagt, at ætlanin er ikki slept og at áðrenn eitt ella tvey ár eru farin, eru handlar bygdir frá kirkjuni og niðan til Atlagøtu. - Tað er als onki sum bendir á, at borgarstjórin fær rætt, siga eigarafeløgini.
- Fleiri av teimum fyritøkum, sum eiga grundstykkir, hava í áravís roynt at sleppa sær av við tey og somuleiðis hevur kommunan havt tíggjutals grundstykkir á sølulista í fleiri ár.
- Tað er sera óheppið fyri okkum, sum búgva rundan um Karlamagnusarbreyt og onnur, sum hava sína dagligu gongd við skúlarnar, at hetta øki liggur sum eitt byggipláss í áravís, uttan at nøkur skilagóð ætlan er fyri framman, siga eigarafeløgini.
- Og broytir býráðið ikki hugsan um Karlamagnusarbreyt, eru vit stórliga bangin fyri, at hetta stóra øki kemur at liggja óbygt í nógv Harrans ár framyvir, leggja tey afturat.
Tey heita tí staðiliga á Tórshavnar kommunu um at endurskoða kommunuætlanina. - Økið framvið Karlamagnusarbreyt er nærum líka stórt sum allar tær útstykkingarnar, ið TK ætlar at gera fram til 2018. Verður hetta øki broytt til eitt íbúðarøki, kann íbúðar tørvurin í Tórshavnar kommunu nøktast fleiri ár fram, siga Eigarafeløgini.
Les eisini: Viðmerkingar til stóru kommunuætlanina hjá Tórshavnar Býráð
- Verður rætt farið fram, kann hendan miseydnaða byggiætlanin bjargast, soleiðis at vit fáa eitt gott, hugnaligt umhvørvi rundan um Karlamagnusarbreyt, innan alt ov langa tíð og somuleiðis kann kommunan nøkta ein stóran part av íbúðartørvinum tey komandi átta, tíggju árini, siga tey fýra eigarafeløgini.
|