Einki brennievni at fáa í landinum

Síðstu droparnir hjá Effo í Suðuroy eru nú seldir

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun vóru nógvir bilar við Smyrli til Suðuroyar í morgun at fáa sær brennievni, men nógvir teirra kom norðuraftur sum av torvheiðum. Tí meðan nógvir bilar stóðu og bíðaðu eftir at brennievni, var brádliga einki eftir. Síðstu droparnir seldi Effo í Vági.