Einki brot staðfest

Tað hevur annars ljóðað, at miðvallarspælarin fekk staðfest eitt lítið brot í fótinum eftir dystin móti Brøndby, men hetta verður avsannað í B36.

- Súni hevur verið til røntgenkanningar, men tað var ikki staðfest, at nakað var brotið ella brákað. Og tí er tað ikki víst, at hann gevur avboð til dystin móti Brøndby, sigur Havgrímur Johannesen úr FC Tórshavn, sum rekur Formula-hópin hjá B36.

Havgrímur vil tó heldur ikki staðfesta, at Súni er tøkur til dystin móti Brøndby.

- Í løtuni er tað ivasamt. Tað kann væl vera, at Súni er við, og tað kann eisini væl vera, at hann ikki er við. Tað fer tíðin at vísa, sigur Havgrímur Johannesen.