Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Marjun Danberg heldur ikki, at nakað er avgjørt hóast fimmmálssigurin hjá Neistanum suðuri í Vági í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Marjuna Danberg hjá Neistanum, sum saman við liðfeløgunum vann 22-17 (10-10) á VB suðuri í Vági í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini.

 

Marjun Danberg heldur, at talan als ikki er um eina trygga leiðslu í hondbóltshøpi, og hon sigur seg als ikki kenna seg trygga í at vinna seg á steypafinaluna: - Einki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt, staðfestir Marjun Danberg.

 

Marjun Danberg kom bert inn at taka nøkur brotskøst í dag. Hon heldur, at talan er um eitt serliga óheppið ár við skaðum, men hon vónar at verða klár aftur til seinnu hálvfinaluna, sum verður leikt komandi sunnudag.