Einki FS Suðuroy á hesum sinni

Í Suðuroynni hava fótbóltsfeløgini tosað um eina samanlegging av øllum fýra feløgunum. Fyribils eru tankarnir tó parkeraðir

FS Suðuroy

Eftir at VB á eykaaðalfundi broytti støðu viðvíkjandi einum samstarvi við sumbingar, hava tingingar um hetta aftur verið á skránni. Tað hava tó ikki bara verið nevndirnar í Sumba og VB, sum hava verið partur av hesum kjaki.
John Henrik Holm, formaður í VB, váttar fyri Sosialinum, at arbeitt hevur verið við eini ætlan um felagssamstarvi fyri alla oynna.
- Tað verður tó ikki á hesum sinni, at hetta verður veruleiki. Vit hava verið í samband við bæði TB og Royn, men TB hevur so boðað frá, at teir í løtuni ikki vilja verða partur av hesum samstarvinum. Málið er tó ikki kastað burtur á nakran hátt, og sum so vóru tvøramenn positivir mótvegis hugskotinum. Men í løtuni verður ikki mett, at tíðin er búgvin til hetta stigið, staðfestir John Henrik Holm.

Tankin má búnast
Og júst hetta er eisini tað, sum formaðurin í TB hevur at siga um málið.
- Tað eru so nógvir spurningar, sum stinga seg upp í einum slíkum samstarvi, og tí vildu vit ikki bara loypa upp í hetta uttan víðari. Eitt nú vita vit als ikki, hvørt vit hava møguleika at spæla dyst í Formula-deildini her komandi ár, sigur Sofus Laðanberg, formaður í TB.
Við hesum vísir hann á, at vøllurin við Sevmýri neyvan hevði fingið góðkenning, um liðið aftur skuldi verið í fremstu deildini, og enn er ikki greitt, hvørt talan verður um nýggjan vøll í Trongisvági, soleiðis sum tað annars hevur verið tosað um.
- Ikki tí. Kommunan hevur altíð sýnt eina øgiliga vælvild, tá um ræður ítróttin her á staðnum. Men tað er ikki løtuverk at gera ein nýggjan vøll.
Men er hetta so nakað, sum tit fara at arbeiða víðari víð í framtíðini?
- Tað er lítið at ivast í, at rákið verður tann vegin. Tað haldi eg, at bæði vágbingar og tvørafólk skilja. Men talan er samstundis um eitt eymt mál, og tí vilja vit heldur hava ein dialog koyrandi komandi árið. Tá búnast tankin kanska eisini meira, og so mugu vit síggja, hvussu støðan hjá okkum verður til ta tíð, heldur altso TB-formaðurin.