Í kjalarvørrinum av grindadrápinum í Hvannasundi, hevur Sea Shepherd ført fram, at ein maður nýtti ein knív á ein hátt, sum ikki var í tráð við grindareglugerðina.
Sea Shepherd vildu vera við, at maðurin skar leysliga runt um seg frá hond, uttan mál og mið, og skar hvalir á háls, uttan at teir vóru stungnir við mønustingara fyrst, ein søga, sum passar væl inn í teirra frágreiðing av grindadrápinum.
Løgreglan boðar í dag frá, at hon av sínum eintingum tók og kannaði málið, eftir at hava sæð filsmbrotið hjá Sea Shepherd.
- Løgreglan hevur av eintingum kannað málið og avhoyrt fólk í hesum sambandi. Harumframt hava vit gjøllað gjøgnumgingið filmsbrotið. Ákæruvaldið hevur síðani fingið málið til umhugsunar, men hevur valt at steðga kanningararbeiðinum, tí at tað ikki er rímilig orsøk at halda, at nakað revsivert er farið fram, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í dag.
Løgreglan leggur til grund, at eftir øllum at døma eru hvalirnir avlívaðir við mønustingara fyrst, so sum grindalóggávan ásetir, og síðani eru teir skornir á háls, júst sum tað eigur at vera.
Hyggur ein gjølla eftir filsmbrotinum, sæst eisini, at fólk við mønustingara ganga nærindis manninum við knívinum, so eyðsæð fer alt fram eftir bókini.