Einki himpr um Tavuna

- Tavan í Leirvík hevur seinastu fimm árini havt eitt ársúrslit millum 2,6 og 10,8 miljónir krónur og hevði við árslok 2009 eina eginogn upp á knappar 20 miljónir krónur. Tavan lýkur allar kappingartreytir, og metingarnevndin himprast onga løtu í at velja Sp/f Tavuna til Ársins Virki 2010.

Hetta vóru greiðu orðini, sum metingarnevndin á Vinnudegnum í kvøld legði til grunds fyri at hava valt gulllaksavirkið í Leirvík til ársins virki í Føroyum.

- Mótrák eggjar til at leita nýggjar leiðir og nýta afturundirgerðirnar. Tað er ikki váðaleyst, men er málið sett, ber til at fyrireika seg til avbjóðingarnar og leggja leiðina neyvari. Hepni vísir seg eisini ofta at fylgja tí, sum torir.

Tavan í Leirvík sprýkti úr kreppuni tíðliga í nítiárunum, tá gamla flakavirkið Frost í 1994 varð leigað til virking av gulllaksi til fars.

- Virkið hevur víst, at við miðvísum góðskuarbeiði hevur borið til at tryggja sær eina næstan at kalla monopolstøðu á altjóða marknaðinum, tá ræður um góðsku og orðhaldni. Fyritøkan og samstarvsfelagar hennara hava lagt seg eftir at fáa rávøru virkaða, ið fyrr ikki varð brúkt, og sum er avmarkað í nøgd.

Metingarnevndin á Vinnudegnum sigur, at Tavan hevur dugað at hildið upp á ein dugnaligan og arbeiðssaman medarbeiðaraskara, ið hevur givið ein effektivitet í virkinum, sum talað verður um.

- Fyritøkan hevur eisini gingið undan at fáa semju millum tey skip, ið útvega rávøruna, um at halda árligu veiðina innan fyri tær metingar, ið Havstovan hevur um, hvat stovnurin tolir, sigur metingarnevndin, sum hevur kosið Tavuna til Ársins Virki 2010.