Seinastu árini eru fleiri nýggjari frystilínuskip komin í føroyska fiskiskipaflotan fyri gomlu ísfiskalínuskipini. Henda myndin er av Kambi við Mortani Mortensen á Eiði sum skipara.

Einki ísfiskalínuskip er til fiskiskap

Mangt bendir á, at tíðin hjá ísfiskalínuskipunum er við at verða av. Í øllum førum fækkast hesi skip á havinum, nú vit hava fingið fleiri frystilínuskip.

Seinastu árini eru fleiri nýggjari frystilínuskip komin í føroyska fiskiskipaflotan fyri gomlu ísfiskalínuskipini. Henda myndin er av Kambi við Mortani Mortensen á Eiði sum skipara.

- Í løtuni eru bara frystilínuskip til fiskiskap, men væntandi fer okkurt ísfiskalínuskip út aftur í næstum.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Víst verður á, at seks frystilínuskip eru undir Føroyum í løtuni, og eitt er í altjóða sjógvi. 

 

- Skipini fáa mest av longu og brosmu, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini brúkiligt.

 

- So, helst verður nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er vánaligur.

 

 

 

Seinastu árini eru fleiri nýggjari frystilínuskip komin í føroyska fiskiskipaflotan fyri gomlu ísfiskalínuskipini. Henda myndin er av Kambi við Mortani Mortensen á Eiði sum skipara.