Vegna ov vánaligt sýnið verður roynt at skjóta fýrverkið í annaðkvøld ístaðin Mjørkin liggur tjúkkur yvir Havnina, og tí hevur Tórshavnar Sløkkilið tikið avgerð, um ikki at skjóta ólavsøkufýrverkið á midnátt í kvøld. Ístaðin verður roynt at skjóta ólavsøkufýrverkið aftaná felagssangin og føroyska dansin í annaðkvøld. Skotið verður uml. kl. 1 í annaðkvøld.