Einki leyp av hjá toppliðnum

1. DEILD: Víkingur vann 1-0 ímóti botnliðnum, sum framvegis einki stig hevur vunnið

Tað var toppur ímóti botni, tá ið Víkingur í kvøld í mjørkatáminum uppi á Brekku í Leirvík hevði vitjan av AB. Undan dystinum hevði Víkingur 17 stig, og AB hevði einki stig.

Talan varð ikki um trivaliga sigurin, sum støðutalvan kundi lagt upp til. Víkingur vann 1-0. Málið skoraði Óla Kristian Skála Jacobsen við brotssparki, tá ið ein tími var farin.

Heimaliðið hevði greiða yvirvág og nógvar spentar støður, uttan at tað eydnaðist at skora mál í opnum spæli.

 Í níggjunda umfari skal Víkingur spæla á útivølli ímóti B36, og AB eigur heimavøll ímóti B68.