Nú tað er hálvleikt, er tað framvegis 0-0 í Riga, har Føroyar eru á vitjan hjá Lettlandi í Nations League kappingini.
Tølini siga, at Føroyar hava havt tvær royndir ímóti málinum hjá Lettlandi, og at Lettland hevur onga roynd ímóti føroyska málinum.
Næst við at fáa mál í fyrra hálvleiki var heimaliðið, tá ið tað eftir álop í vinstru endaði við góðari skotroynd úr vinstru í brotsteiginum. Bólturin brast í nærra stólpanum og út aftur í bakið á Teiti Matras Gestsson. Viljormur Davidsen var knappur og sparkaði bóltin burtur, áðrenn ein av heimamonnunum var á bóltinum.
Besta føroyska royndin var tað, tá ið Jóannes Bjartalíð royndi seg við frísparki eitt sindur úr vinstru, og málverjin bjargaði til horna. Ein onnur roynd var tað, tá ið Gunnar Vatnhamar eftir innlegg frá liðformanninum Viljormi Davidsen úr vinstru við høvdinum sendi bóltin framvið handara stólpanum.
Síðsta royndin var tað, tá ið Odmar Færø var um reppið at stýra bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Jóannesi Bjartalíð.