1. deild B36-Sumba 3-1 (1-0)
Fólk sótu hvítklødd í B36-húsinum sunnudagin, tá sumbingar vitjaðu í Havn. Hetta komst ikki so nógv av, at tey við hesum vildu vísa, at tey hildu við teimum hvítklæddu úti á vøllinum, men meira tí at veðrið var so sera gott.
Veðrið var eisini nakað av tí mest positiva frá klokkan trý til fimm hjá teimum, sum vóru í Gundadali og hugdu eftir fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Tað, sum hendi úti á vøllinum, var ikki so nógv at reypa av, hóast málmøguleikarnir ikki trutu.
B36 vann 3-1, og tað var ikki óvæntað. Havnarfelagið er hóast alt nummar tvey í kappingini, meðan Sumba er niðast. Men sumbingar og serliga Birgir Jørgensen kunnu iðra seg um fleiri misnýttar møguleikar, sum áttu at givið mál.
Í hinum endanum vóru B36 áleypararnir heldur ikki alt ov skarpir, og sum heild bar dysturin brá av, at summarsteðgur hevur verið, og kanska vóru tað ólavsøkutimburmenn, vit sóu í Gundadali sunnudagin?
B36 venjarin Tomislav Sivic er eftirhondini kendur fyri at eksperimentera rættiliga nógv við uppstillingini, og hesaferð byrjaðu Egil Zachariasen og Dánjal Petur Johansen í álopinum, meðan Jákup á Borg var á miðjuni. John Petersen byrjaði á beinkinum, eins og Sivic sjálvur gjørdi.
Eisini stillaði B36 upp við flatari verju við Jens Kristiani Hansen og Bjarna Prior mitt fyri, meðan vanligi aftasti maðurin, Arnbjørn Danielsen, var ytstur vinstrumegin, har hann saman við Øssuri Hansen mannaði eina reina »toftasíðu«.
Og sigast má, at spælið hjá næstovasta liðnum í deildini var rættiliga ineffektivt. Dánjal Petur Johansen fekk ein tilvildarligan, men stóran kjans, tá bert fimm minuttir vóru farnir, men Fróði Mortensen vardi fyri, og sum oftast gekk tað striltið hjá B36 at fáa seinastu sendingina at liggja rætt, ella var eingin at taka ímóti henni, tá hon kom.
Ikki klassamunur
Sumbingar byrjaðu sum vera man heldur varliga ? tað var ikki upp til teir at skapa dystin ? men høvdu tó bæði Birgir Jørgensen og Nebosja Veljkovic heilt frammi (Veljkovic byrjaði sum offensivur miðvallari, men var meira at meta sum áleypari). Teir funnu eisini skjótt útav, at B36 liðið var til at tosa við, og tað var ongantíð talan um tann klassamunin, sum tað so ofta fyrr hevur verið millum hesi bæði liðini.
B36 viðhaldsfólkini vóru so smátt farin at ótolnast, tá fyrsta málið kom. Helmingurin var farin av hálvleikinum, tá Øssur Hansen sendi horna úr vinstru innfyri. Bjarni Prior hevði gott pláss við handaru stong, og hann skallaði í netið til 1-0.
Málið hevði týdning fyri B36, tí ein hevði varhugan av, at jú longri tíð fór at ganga, áðrenn havnarliðið fekk hol á, jú torførari fór tað at vera at fáa hol á yvirhøvur.
Tríggjar minuttir seinni legði Pól Thorsteinsson væl innfyri til Ninoslav Milankovic. Stútarin hjá jugoslavanum var harður, men endaði beint í føvninginum á Fróða Mortensen.
Og longu í næsta álopi hevði Birgir Jørgensen góðan møguleika fyri at javna, men Egin Høgnesen fekk bjargað til hornaspark.
Tríggir leysir og reytt kort
Tá tað restaðu góðir tíggju minuttir av hálvleikinum, fekk Sumba ein risastóran møguleika, tá Birgir, Nebosja og Dánjal Johan Joensen blivu leysir við málverjanum eftir kontraálop. Men heldur einki spurdist burtur úr ta ferðina.
Minuttin eftir royndi Pól Thorsteinsson seg við langskoti, sum bleiv avrættað til horna. Men áðrenn hornasparkið bleiv tikið, fekk Ninoslav Milankovic reyða kortið fyri at hava gjørt seg inn á ein sumbing inni í brotsteiginum.
Tað førdi til, at Dánjal Petur Johansen, sum ikki er vanur at spæla í álopinum, varð tikin út. John Petersen varð settur inn á offensiva miðvøllin, meðan Jákup á Borg bleiv fluttur heilt fram undir liðina á Egili Zachariasen, sum fekk sera lítið burturúr.
Tá so Tomislav Sivic setti seg sjálvan inn tíðliga í seinna hálvleiki fyri Egil Zachariasen ? ein náttúrlig útskifting ? bleiv John Petersen fluttur fram í álopið, meðan Sivic var aftanfyri, og hetta trivust teir í B36 eisini best við.
Ein útvísing afturat
Sumbingar megnaðu ongantíð veruliga at gera sær dælt av útvísingini hjá B36, og tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, mistu teir fyrimunin av at vera í yvirtali. Eitt vánaligt málspark frá Sumba málverjanum (har vóru fleiri) endaði á høvdinum hjá John, sum nikkaði Jákup á Borg frían móti málinum. Tveir sumbingar kroystu hann, B36 áleyparin fór um koll, og Dánjal Johan Joensen fekk reyða kortið fyri neyðbremsuna.
Heimaliðið hevði yvirvág hesa løtuna, og John Petersen kundi havt økt til 2-0 eftir frálíkt uppspæl og flatt innlegg frá Bjarna Prior úr høgru, men skálamaðurin heilkiksaði skotið hjá sær.
Tríggjar minuttir seinni lá betur fyri, tá B36 enn einaferð spældi inn um Sumba verjuna, so bæði John og Jákup blivu púra leysir. John Petersen skoraði til 2-0, og nú sá dysturin út til at vera avgjørdur.
Men sumbingar góvust ikki, og seks minuttir seinni høvdu teir eina góða kontraroynd, sum kostaði Jens Kristiani Hansen gula kortið.
Og tveir minuttir eftir hetta fingu teir løn fyri stríðið. Lassin dømdi brotsspark fyri »hands« í B36 brotsteiginum, og Nebosja Veljkovic var sera tryggur úr 11 metrum.
Skiftust um at brenna
Eftir hetta bleiv heilt galið hjá áleyparunum. Í báðum endum stungu kjansir seg upp, sum blivu misbrúktir upp á tað skammiligasta.
Øssur Hansen var heppin, tá hann spældi upp á tvørs og beint til Birgir Jørgensen, sum var púra, púra leysur. Men møguleikin kom so óvæntað, at Birgir ikki fekk umrátt seg, og so bjargaði Egin enn eina ferð B36.
Lítla løtu seinni gjørdi Øssur tað gott aftur, tá hann var við í uppspælinum fram eftir vinstru, sum endaði við, at Jákup á Borg kundi sneiða tveir verjuleikarar av og skora til 3-1.
Men málmøguleikarnir vóru ikki uppi fyri tað. Ta einu ferðina endaði Sumba málverjin næstan heilt úti við hornaflaggið, uttan at nakað spurdist burturúr, og Tomislav Sivic fekk ein annan »stjóra«, sum heldur ikki gav nakað.
Tá Lassin bríkslaði fyri seinastu ferð, vísti máltalvan 3-1, men hon kundi tað sama víst 6-4.
Nógvir málmøguleikar vóru, og tað hjálpti sjálvandi nakað um undirhaldið, men tað var lítið av góðum spæli at síggja, hóast glottar vóru av og á. Verjurnar kunnu ikki vera nøgdar við síni avrik, tí ofta stóðu menn púra óvardir, men hinvegin megnaðu teir ikki at umseta tey mongu tilboðini til mál, og tey avrikini kunnu bert lýsast sum »vánalig«.
B36 glógvaði í løtum, og uppspælini til onkrar av møguleikunum vóru góð. Sumbingar kundu vera hampuliga væl nøgdir við sítt avrik, uttan í álopinum, har teir høvdu møguleikar til m.a. at koma upp á 2-2.
Altso einki serligt máltev í Gundadali, og tað er ein trupulleiki, sum bæði B36 og Sumba hava havt fyrr í kappingini.
B36: Egin Høgnesen ? Pól Thorsteinsson, Bjarni Prior, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen ? Jákup á Borg, Ronnie Samuelsen, Ninoslav Milankovic, Øssur Hansen ? Dánjal Petur Johansen, Egil Zachariasen
Sumba: Fróði Mortensen ? Bergur Vinther, Páll Magnar Kjærbæk, Dánjal Johan Joensen ? René Thomsen, Hans Jacob Thomsen, Spasojé Biberdzic, Nicola Biberdzic, Peter Jørgensen ? Nebosja Veljkovic, Birgir Jørgensen