Einki notat um uppsøgnina av Petur Holm

- Nei, tað var ikki gjørt nakað notat í sambandi við, at nevndin í Smyril Line kunnaði meg um innihaldið í skrivligum tilfari hjá Smyril Line í sambandi við, at nevndin fór at siga fyrrverandi stjóran úr starvi.

Tað svarar Johan Dahl, landsstýrismaður, Sjúrði Skaale, tingmanni, um uppsøgnina av Petur Holm, fyrrverandi stjóra í Smyril Line.

Johan Dahl vísir á, at Smyril Line er eitt partafelag. Fyri felagið er partafelagslógin galdandi, og tað er nevndin, sum setur og loysir stjóran úr starvi, § 49, stk. 2 í partafelagslógini. Notatskyldan er ikki galdandi í hesum føri, tí talan er ikki um mál, har landsstýrismaðurin skal taka eina fyrisitingarliga avgerð.

- Spyrjarin heldur, at orsøkin til, at eg varð kunnaður, var, at talan var um týdningarmiklar upplýsingar, og at tað tí fylgir av góðum fyrisitingarsiði, at eg skuldi havt gjørt notat um tað, eg fekk at vita, uttan tó at spyrjarin vísir á, hvønn týdning tað hevur, at notat varð gjørt. Í førum, sum ikki eru beinleiðis fevnd av notatskylduni eftir § 6 í fyrisitingarlógini, eigur eftir góðum fyrisitingarsiði notat eisini at verða gørt t. d. í førum, har tað hevur týdning fyri málið eftirfylgjandi at kunna staðfesta, hvat er farið fram og sagt í einum málið. Tá eg ikki skuldi taka nakra avgerð, ella á annan hátt viðgera málið, og tað bert snúði seg um eina kunning, meti eg ikki, at hetta er eitt tílikt føri, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, og skoytir uppí:

- Tað er rætt, sum tað varð upplýst fyri Kringvarpinum, at eg ikki bað um nakra frágreiðing frá nevndini í Smyril Line, og hetta ósamsvarar ikki við, at eg varð kunnaður um málið av nevndini, tí nevndin hevði ikki gjørt nakra frágreiðing til mín, sum eg hevði biðið um viðvíkjandi uppsøgnini.