Eli Hentze ynskti at geva eitt sindur aftur av tí, hann hevur fingið frá fótbóltsfelagnum B71. Tí fór hann undir Føroyarenningina, eitt slag av stuðulsrenning, sum strekti seg frá Viðareiði til Sumbiar – 145 kilometrar yvir sjey dagar.
Í gjár kom 41 ára gamli Eli Hentze á mál.
- Tað gekk útmerkað væl, haldi eg, ljóðaði tað frá Eli Hentze í gjárkvøldið. Kropsliga hevði tað ikki verið nakar trupulleiki hjá honum sum so, hóast hann sum oftast rann omanfyri 20 kilometrar. Longsti teinurin var 29,4 kilometrar men tað var neyðugt við longum teinum, um teir smáu hálvtannaðhundrað kilometrarnir skuldu leggjast aftur um bak innanfyri ásettu tíðina.
Eli Hentze hevur eisini eitt arbeiða at passa, og tí var renningin løgd soleiðis, at bæði arbeiði og renning kundi passast hesar dagarnar.
- Og tað hava verið nakrir ógvuliga stuttligir dagar, har eg havi upplivað Føroyar á ein heilt annan hátt, enn í gjøgnum bilrútin, soleiðis sum vit vanliga gera tað, sigur Eli Hentze.
Soleiðis eru Føroyar
Byrjað var á Viðareiði í ógvuliga ófantaligum veðri. Og ringa veðrið setti eisini sín dám á dagarnar, tá Eli Hentze rann. Tó so, onkur góður dagur var eisini. Men serliga tá veðrið var ófantaligt, fegnaðist Eli Hentze um, at hann ikki rann einsamallur.
- Men soleiðis eru Føroyar, flennir hann.
- Tað var bara einaferð, at eg rann einsamallur. Tað var úr Gundadali til Gomlurætt klokkan níggju um morgunin. Annars hevði eg altíð selskap og tað eri eg takksamur fyri, sigur Eli Hentze.
Tilsamans metir hann, at umleið 30 fólk hava runnið saman við honum á ymsu teinunum.
- Tað hevur verið stórur áhugi og undirtøkan hevur verið góð, er greiða fatanin hjá Eli Hentze, sum í gjár kom á mál heima á Sandi.
Freistin at lata inn pening til Føroyarenningina hjá Eli Hentze er til og við 3. desember.