Einki røkist fyri friði millum stríðandi partarnar

Trygdarráðið hjá ST kemur saman seinnapartin í dag at viðgera støðuna, og hetta verður triðja royndin í eina viku.

 

 

 

Tað er lítið, sum í løtuni bendir á, at stríðið millum Hamas í Gaza og ísraelska herin fær ein enda, áðrenn enn fleiri mannalív fara at liggja eftir á. Sambært myndugleikunum í Gaza eru 149 fólk higartil deyð í ísraelskum álopum, harav 41 børn. Á ísraelsku síðuni verður sagt, at tíggju fólk hava latið lív, harav tvey av teimum deyðu eru børn. 

 

Nýggjastu tølin, sum VG í morgun hevur fingið frá heilsumálaráðnum í Gaza, siga, at 181 fólk hava latið lív, harav 53 børn og 31 kvinnur. Óvist er, um fólk framvegis kunnu liggja undir húsaleivdum.

 

Ein ólukkulig støða, má sigast, tí í einum  vápnaðum stríði er sjáldan nakar vinnari.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sum er órógvaður av stríðnum og heitir á partarnar um at vera sinniligar, hevur sagt, at Ísrael hevur rætt til at verja seg móti álopum, nú greitt er, at Hamas hevur sent einar 3000 rakettir inn í Ísrael. Á hinari síðuni skal ísraelski herurin hava lopið á fleiri enn 800 mál í Gaza.

 

Sambært útlendskum miðlum hevði Joe Biden í gjár samrøður við bæði ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og hann skal eisini hava skift orð við palestinska leiðaran og forsetan, Mahmoud Abbas. Útlendskir miðlar halda ikki, at samrøðurnar, sum Joe Biden higartil hevur havt við partarnar, hava havt nakra serliga ávirkan á krígsførsluna millum stríðandi partarnar.

 

##med2##

 

Í dag verður sagt, at ísraelsku álopini í Gaza síðstu nátt kostaðu 26 fólkum lívið, og ein ísraeli læt lív í einum rakettálopi móti býnum, Ramat Gan.

 

Trygdarráðið hjá ST kemur saman seinnapartin í dag at viðgera støðuna, og hetta verður triðja royndin í eina viku. Á teimum báðum fyrru fundunum, sum hava verið, setti USA seg upp ímóti einari felags útsøgn, sum Noreg, Kina og Tunis tóku stig til. Tískil er stórur spenningur um, hvør niðurstøðan hjá USA verður í dag um stríðið millum pelestinar og ísraelar.

 

Tað hevur vakt ans víða um heim, at ísraelsk flogfør lupu á bygningin, al-Jalaa í Gaza, har fleiri tíðindastovur halda til, eitt nú Associated Press og Al Jazeera. Fólk, sum arbeiddu í bygninginum, fingu nakrar minuttir at pakka síni ting og rýma, áðrenn álopið kom.

 

Á ymiskum útlendskum heimasíðum sæst, at fólk pakka saman og rýma úr bygninginum, sum ísraelsk flogfør síðan søktu at.