Stór grind er í Mykinesfirði og verður í løtuni rikin inn á Sørvágsfjørð, har hon verður hildin til í Bø.
Teir, sum eru hjá grindini, hava einki sæð ella hoyrt til Sea Shepherd. Sam Simon er farin úr landinum og liggur í løtuni Hetlandi, meðan einki hevur verið at sæð til Brigitte Bardot í dag.