Einki samband við fartelefonina

Undirritaði brúkti allan fyrrapartin mikudagin tann 30. juli til at ringja politikarar upp. Eingin av teimum nevndu var til at fáa fatur á

Løgmaður Anfinn Kallsberg var ikki at hitta, hvørki á Tinganesi ella á fartelefon. Torbjørn Jacobsen, Jacob Vestergaard og Høgni Hoydal vóru heldur ikki at hitta. Politikarar í Føroyum í dag eru alt ov vánaligir, tá tað kemur til at fáa eina samrøðu við teir. Tá tað ikki ber til at fáa fatur í teimum, kunnu teir heldur ikki koma fram við sínum meiningum. Og undirritaði vil hervið heita á landsins politikarar um at vera til taks fyri pressuna og borgaran.