Norðurkorea er tiltikið sum eitt avbyrgt land, ið ræður yvir íbúgvum teirra við harðari hond, og einki undantak er nú norðurkoreans ítróttarfólk luttaka í OL í Rio de Janeiro, har tilsamans 31 út av teimum 11.200 luttakarunum eru úr Norðurkorea.
Radio Free Asia skrivar, at ein stór telefyritøka hevur latið øllum teimum 11.200 OL-luttakarunum eina fartelefon í gávu, men at teir norðurkoreansku luttakararnir ikki hava sæð í halaferðina á telefonini, av tí ferðaleiðarar teirra náddu at steðga gávuni áðrenn hon náddi fram.
Hildið verður, at hetta varð gjørt fyri at tey norðurkoreansku ikki skulu hava nakað samband við umheimin. Hetta hongur eisini væl saman við eina søgu frá OL í Beijing í 2008, tá ið ein norðurkoreanskur svimjari varð spurdur hvat tey gjørdu ímillum kappingarnar.
- Einki. Vit vitja ikki kend støð og koma ikki í samband við útlendingar, segði Wang Ok Gyong við Washington Post.
Tað er ikki óvanligt, at luttakarar, ið eru frá londum við einaræði, taka av møguleikanum at flýggja meðan OL er, men tað hevur eingin norðurkoreanari gjørt síðani landið á fyrsta sinni luttók í 1972.
Christoffer Green, serfrøðingur innan norðurkoreansk viðurskifti, sigur við Washington Post, at tað annaðhvørt man vera tí at teir eru undir strongum eftirliti og ikki hava møguleikan at flýggja, ella tí at teir sum løn kunnu vænta sær betri kor tá ið teir koma heimaftur til Norðurkorea eftir OL.
Einaræðisharrin í Norðurkorea, Kim Jong-un, hevur alment kravt av norðurkoreansku luttakarunum, at teir í minsta lagi vinna fimm gullheiðursmerki í Rio. Tað er ivasamt, um tað fer at eydnast, tí higartil hevur Norðurkorea einans fingið tvey gull, trý silvur og tvær bronsur.