Stríð
Tað var miðskeiðis í nítiárunum, at føroysk rækjuskip byrjaðu at fiska á Flemmish Kap (øki 3M), sum er altjóða sjógvur, ið verður umsitin av NAFO (North Atlantic Fishery Organisation). Tað er Danmark, sum umboðar Føroyar og Grønland í NAFO.
Rækjumenn eru nøgdir við fiskidagarnar, ið okkum eru tillutaðir á Flemmish Kap.
Men skjótt høvdu okkara slóðbrótarar innan rækjuvinnuna hug at royna aðrar møguleikar um hesar leiðir. Eyguni vórðu vend móti Grand Bank (øki 3L), sum liggur innanfyri og vestanfyri Flemmish Kap. Meginparturin av Grand Bank liggur innanfyri kanadiska fiskimarkið, og bert ein minni partur av bankanum røkkur út í altjóða sjógv. Sambært NAFO-avtaluni kundi Føroya Landsstýri loyva einum føroyskum skipi í senn at royndarfiska í altjóða sjógvi á Grand Bank.
Royndarveiðan vísti, at nógvar og góðar rækjur vóru at fáa á leiðini, og við royndarveiðini mettu føroyingar, at teir kundu tryggja sær søgulig rættindi á hesi leið.
Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Samlaða rækjukvotan á Grand Bank í dag er 13.000 tons, harav kanadiarar hava fingið tillutað 83%, ið teir, sum einasta limaland í NAFO, kunnu fiska í egnum sjógvi. Tey umleið 2.200 tonsini, ið eftir eru av kvotuni, verða býtt millum hini NAFO-limalondini, sum fáa 144 tons í part. Hesi tonsini, sum er eitt ógvuliga lítið tal at býta ímillum fleiri skip, skulu fiskast í altjóða sjógvi.
Føroyingar halda ikki, at býtið er rættvíst, tí vit vóru millum teir fyrstu at veiða rækjur á leiðini og halda okkum tískil eiga søgulig rættindi fram um onnur NAFO-limalond. Úrslitið er, at hvørki okkara rækjuskipafloti ella okkara myndugleikar hava góðtikið hetta býtið.
Sambært søguligum veiðitølum meta føroyingar seg eiga rætt til 62% av teirri kvotu, sum fellir uttanfyri tey 83% hjá kanadiskum fiskimonnum. Men kortini hevur NAFO gjørt av at býta tey seinastu 17% í eins stórar ? ella smáar partar ? til øll 15 limalondini, sum eftir eru.
Føroyskir myndugleikar hava treyðugt viljað gingið undir býtið hjá NAFO og hava ásett sína egnu kvotu, sum er góð 1000 tons.
Kanadiskir eftirlitsmenn hava av og á verið umborð á føroyskum skipum á Grand Bank og staðfest, at skipini ikki hildu seg til avtaluna. Hesum hava teir boðað føroyskum eftirlitsmyndugleikum frá.
At enda tóku kanadisku myndugleikarnir tað stig at lata sínar havnir aftur fyri føroyskum fiskiskipum, og framvegis í dag eru havnirnar stongdar fyri føroyingum.
Stríðið millum føroyskar og kanadiskar myndugleikar er avmarkað til leiðirnar á Grand Bank, tí á Flemmish Kap gongur alt sína vanligu gongd, og føroyingar hava ongar trupulleikar við at góðtaka tær treytir, sum her eru galdandi.
At havnirnar í Ný Foundlandi eru stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, hevur gjørt tað trupult hjá rækjuflotanum, sum roynir á Flemmish Kap. Skipini hava lagt veiðina upp og skift manning í Ný Foundlandi, men so leingi, stríðið er, er eisini hesin møguleiki burtur. Tí noyðast rækjuskipini at sigla heim við rækjunum, og hetta kostar teimum ein túr um árið í mistari tíð ? ella einar 5-7 milj. krónur í peningi.
Tað er tó ikki bara føroyska rækjuvinnan, sum líður undir hesum stongsli; tað ger vinnan í Ný Foundlandi eisini, sum hevur heystað fruktir av føroyska virkseminum har yviri.
Tá ið kanadisku myndugleikarnir avgjørdu at útihýsa føroyskum fiskiskipum, útihýstu teir eisini estlendskum fiskiskipum, men viðurskiftini millum Kanada og Estland eru komin í rættlag aftur, og havnirnar eru lætnar uppaftur.
Ilt er at siga, nær ein loysn fer at spyrjast burtur úr trætuni millum Føroyar og Kanada, nú hesin fundurin millum Jacob Vestergaard og Robert Thibault endaði úrslitaleysur.