Einki stríðsval hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Aðalfundur verður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í næstum. Vanliga er nevndarval á slíkum fundum, men soleiðis verður ikki í ár.

 

Felagið skrivar á heimasíðu síni, at tá uppstillingarfreistin til nevndina var úti 1. februar, høvdu tveir limir bjóðað seg fram.

 

Nevndarlimirnir Teresa Damgaard-Jarnfoss og Ása Samuelsen stóðu fyri vali, og báðar ynsktu afturval. 

 

Av tí at bert tveir nevndarlimir standa fyri vali á hesum sinni verður tí einki nevndarval á aðalfundinum.