Einki tjóðleikhús í bræði

Ætlanir eru um at byggja eitt tjóðleikhús í Havn, har Tjóðpallur Føroya skal halda til. Men tað verður ikki gjørt enn Tað segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, tá hann í gjár svaraði einum fyrispurningi frá løgtingskvinnuni Heidi Petersen, sum hevði spurt um viðurskiftini hjá Tjóðpalli Føroya.

Landsstýrismaðurin segði, Mentamálaráðið hevur havt fund við Tjóðpallin, og at millum annað verður bíðað eftir nøkrum krøvum, sum Brunaumsjón Landsins hevur sett.

-Meiaríið er ein fyribilsloysn. Við tíðini fara vit at byggja eitt veruligt tjóleikhús, men onnur byggjumál á mentanarøkinum verða raðfest fyrst, segði Jógvan á Lakjuni í svarinum. Hann ásannaði, at hølisviðurskiftini í meiarínum eru ikki í lagi, men hann kundiikki koma við einum endaligum svari, fyrr enn Tórshavnar Kommuna hevur kannað viðurskftini, segði hann.

-Vit og kommunan hava sett eina nevnd at finna eina varandi loysn fyri Tjóðpallin, segði Jógvan á Lakjuni.

Kelda: Kringvarpið