Einki valevni so illa viðfarið sum Hillary

Bill Clinton er í øðini inn á fjølmiðlarnar og onnur, tí tey royna at trýsta Hillary út úr valstríðnum, sigur hann

-Eg havi ongantíð vitað, at eitt valevni hevur verið viðgjørt við so lítlari virðing, segði Bill Clinton sambært sjónvarpinum ABC News, tá hann helt røðu á einum uppstillingarfundi í South Dakota í gjár. Hann vísti á, at tað var eingin, sum bað Edward Kennedy, Jesse Jackson ella Gary Hart taka seg burtur úr valstríðnum, tá teir royndu seg.

 

Politiskir eygleiðarar í USA eru á einum máli um, at Hillary Clinton hevur at kalla ongan møguleika at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í heyst. Tíðarrit sum Times og Economist hava longu lýst Barrack Obama sum vinnara, og fleiri hava mælt Hillary til at gevast við valstríðnum. Samstundis verður dúgliga gitt, hvussu teir serligu valmenninir fara at atkvøða. Hetta nam Bill Clinton eisini við:

 

-Eg skilji tað ikki. Tað er stutt sagt heilt burturvið, sum tey plága og trýsta valmenninar til at taka avgerð, segði hann sambært CNN.

 

Hann vildi vera við, at amerikonsku fjølmiðlarnir hava gjørt lítið burturúr, tá Hillary hevur vunnið eitt val, og at endamálið er at forða fyri, at hon kann vinna uppstillingina.