Í Bretlandi hevur ein dómstólur gjørt av, at tað fráboðaða verkfallið hjá flogternunum hjá British Airways er ólógligt, tí og tí verður verkfallið av ongum, sigur BBC. Flogternurnar høvdu boðað frá, at tær fóru í verkfall í tólv dagar frá 22. desember.
Tað avgjørdu tær á einari uratkvøðugreiðslu hjá fakfelagnum, men dómstólurin sigur, at atkvøðugreiðslan var ólóglig, tí fólk, sum ikki vóru limir í felagnum sluppu at atkvøða.
Leiðslan í British Airways er sera fegin um avgerðina hjá dómstólinum, tí at verkfallið hevði kostað felagnum einar 250 milliónir krónur um dagin.