Einki við at sovna undir koyring

Saab testa í løtuni eina skipan, sum ávarar bilføraran, um hann ella hon verða troytt og eru um at sovna undir koyring, og harvið ikki sansa tað sum gongur fyri seg á koyribreytini.

En kombinatión av optiskum og akustiskum signalum fáa skipanina til at ávara bilføraran við vibratiónum í setrunum og akustiskum signalum.


Talan er um Saab 9-3, ið verða testaðir við hesi skipan, sum t.d. týskarar hava sýnt stóran áhuga, og nógv hevur verið skrivað um skipanina har.


Eitt lítið infrareytt kamera registrerar eyguni á bilføraranum, og skipanin virkar eisini um bilførarin t.d. hevur myrkar sólbrillur.


mg