Einki við trygd at gera

Tað er reinur vinnupolitikkur, at Elektron og peningastovnarnir eru forðaðir í at halda fram við Gjaldskipanini, sigur Dátueftirlitið. Upplýsingarnar, ið verða sendar av landinum, eru als ikki viðkvæmar og fara til eitt trygt land. Hinvegin hevði landsstýrismaðurin fulla heimild at gera kunngerðina, ið forðar skipanini

Hatta hevur onki við trygd av persónsupplýsingum og verju av tí einstaka at gera.
So avgjørd er Turið Debes Hentze, forkvinna í Dátueftirlitinum, nú Dátueftirlitið hevur steðgað Gjaldskipanini hjá peningastovnunum.
Á fundi 28. oktober fall so endiliga avgerðin um nógv umrøddu Gjaldskipanina hjá peningastovnunum. Og hon gekk Elektron og peningastovnunum beint ímóti. Peningastovnarnir hava áður fingið loyvi at menna og brúka skipanina, sum í samstarvið PBS í Danmark avgreiðir peningaflytingar fyri fólk og virki. Tað loyvi er nú tikið aftur.
Í avgerðini hjá Dátueftirlitinum verður sagt, at tað givna loyvið verður ikki afturtikið, og tær persónsupplýsingar og flytingar, sum í dag verða viðgjørdar í skipanini, kunnu halda fram. Hinvegin hevur Dátueftirlitið við grundarlagi í nýggju kunngerðini, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, setti í gildi 16. juni 2003, avmarkað loyvi. Aðrar upplýsingar enn tær, sum í dag verða viðgjørdar og fluttar av landinum, kunnu ikki koma í skipanina.
Gjalskipanin verður sostatt avmarkað til bert at fevna um tað virksemi, sum í dag er í skipanini. Hon kann ikki útbyggjast. Fólk kunnu ikki koyra nýggjar flytingar í skipanina. Og nýggj fólk og virki kunnu ikki koma upp í skipanina.

Verða stevnd
Peningastovnarnir hava longu sagt, at teir fara at stevna Dátueftirlitið. Men Dátueftirlitið er púra sannført um, at avgerðin er røtt og hevur heimild bæði í lógini og kunngerðini. Hinvegin er greitt, at avgerðin einki hevur við trygd at gera, sum eftirlitið annars hevur til endamáls at hava eitt vakið eyga við.
? Hetta hevur onki við dátutryggleika at gera. Tað ber ikki til at skjóta hesa kunngerðina, sum avgerðin byggir á, undir trygd av upplýsingum. Men okkara uppgáva er at fylgja teimum lógum og kunngerðum, sum eru settar í verk av løgtingi og landsstýri, og hendan kunngerðin er gjørd fyri at raka akkurát hasa skipanina, og peningastovnarnir eru beinleiðis nevndir, sigur Kitty May Ellefsen, fulltrúi í Dátueftirlitinum.
Upplýsingarnar eru í tryggum hondum, siga bæði fulltrúin og forkvinnan í Dátueftirlitinum, Turið Debes Hentze.

Í ríkiligt mát
Lógin um persónsupplýsingar hevur til endamáls at tryggja dátuupplýsingar og at verja persónliga integritetin hjá tí einstaka. Ein partur av lógini, grein 16 og 17, snúgva seg um flutning av upplýsingum til útlond, og landsstýrismanninum verður heimilað at gera kunngerð, sum avmarkar flutning uttanlands.
Ta heimildina hevur Høgni Hoydal nýtt. Og tað í ríkiligt mát, heldur Turið Debes Hentze. Hon vísir á, at endamálið við ásetingini um útland er at tryggja, at upplýsingarnar eru tryggar og handfarnar á einsgóðan hátt, sum í Føroyum.
? Fyri tað fyrsta er als ikki talan um viðkvæmar upplýsingar, so sum heilsu, revsing og annað. Hetta eru peningaligar flytingar og einki annað. Tað er heldur eingin ivi um, at Danmark og øll ES lond eru trygg lond í hesum høpi ? minst líka trygg sum vit. Harumframt kemur, at hvør einstakur, sum er í skipanini, hevur givið sítt samtykki, og tað er ógvuliga umráðandi. Fólk skulu ráða sær sjálvum, men í hesum føri kemur ein omanífrá og tekur tey av ræði, sigur Turið Debes Hentze.

Føra vinnupolitikk
Kunngerðin, sum alt stendst av, átti einki at havt við Dátueftirlitið at gera, staðfestir Turið Debes Hentze. Hinvegin er greitt, at landsstýrismaðurin hevur fulla lógarheimild at seta kunngerðina í verk, tí tað er álagt honum av løgtinginum.
? Endamálið at verja tann einstaka er burtur. Kunngerðin hevur eitt vinnupolitiskt endamál, sum er at forða peningastovnunum at flyta sítt virksemi av landinum, og tað hevur einki við Dátueftirlitið at gera. Hinvegin noyðast vit at viðgera tað, tí tað partur av lógini og kunngerðini, sum hoyrir undir okkum, sigur Turið Debes Hentze.