Tann 77 ára gamla Imelda Marcos, einkjan eftir gamla filipinska einaræðisharran Ferdinand Marcos, er nú farin í klædnaheimin. Í gjár boðaði hon frá, at hon hevur sniðgivið eitt heilt nýtt slag av klæðum, og at tey verða sýnd fram í Manila seinni í mánaðinum. Imelda Marcos var yvirhøvur illa lýdd tey nógvu árini, maður hennara stýrdi Filipsoyggjunum. Hon bar orð fyri at vera eitt oyðsl, og tað sigst, at hon átti fleiri túsund pør av skóm. Í 1986 noyddust Marcos-hjúnini at flýggja av landinum, men tá hann doyði í 1991, slapp hon heimaftur at búseta seg.