Bjørk Maria Kunoy
»Vit, Føroya fólk«
277 blaðsíður
Forlagið Norðan
Oddfríður Marni Rasmussen
»Ikki fyrr enn tá«
285 blaðsíður
Sprotin
Tá ið várið kom, vóru tvær nýggjar føroyskar skaldsøgur komnar út, og lesilíkindini hava verið góð, nú ljósa tíðin stríðist við at vinna á kulda, vindi og avfalli.
Bókaútgávur hóska seg væl hesa ársins tíð, tá ið tær fáa rúmd og ljós, sum ikki hómast seinastu tveir mánaðirnar av árinum, tá ið bøkurnar trokast og skugga fyri hvørja aðra.
Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað »Ikki fyrr enn tá«, og Bjørk Maria Kunoy hevur skrivað »Vit, Føroya fólk«. Skaldsøgan hjá Oddfríði vann skrivikapping, sum forlagið Sprotin og bókahandlarnir skipaðu fyri, og skaldsøgan hjá Bjørk luttók í somu kapping.
Skaldsøgurnar eru ymiskar, men kortini eru felagsnevnarar. Báðar bøkurnar viðgera, hvussu fólk agera og reagera í kroystum støðum. Báðar bøkurnar granska samspælið millum menniskju; bókin hjá Bjørk samspælið millum nógv fólk, bókin hjá Oddfríði samspælið millum færri fólk – og ein hund.
Politiska spenningssøgan hjá Bjørk gongur fyri seg í einum fløktum umhvørvi við nógvum fíggjarligum og politiskum áhugamálum, meðan kærleikssøgan hjá Oddfríði stundum ferðast á einsemiseggini, har skjótt er at ganga seg út av og detta í dýpið.
Vit Føroya fólk
Søgugongdin í »Vit, Føroya fólk« fer fram í lagnudøgunum, tá ið landsstýrið leggur uppskot fyri løgtingið um eina føroyska grundlóg. Umstrídda málið skapar hart stríð millum føroyskar og danskar myndugleikar og innanhýsis í føroyska samfelagnum. Um sama mundið leggja norskir myndugleikar hald á trolarar hjá størsta føroyska reiðarínum, og tað fær stórar avleiðingar.
Í hesum meldri sleppa vit aftur um leiktjøldini og fáa at vita, hvussu politiska spælið gongur fyri seg, hvussu politikarar brúka snildir ímóti hvørjum øðrum, og hvussu harða taktiska spælið millum føroyskar og danskar myndugleikar myndar seg.
Nógvir persónar eru partur av søgugongdini, og nakrar teirra koma vit at kenna rímiliga væl – eisini í privata lívinum, har tey sum vera man stríðast við mangt og hvat. Aðrir persónar hava ein perferiskan leiklut ella ein stóran leiklut í einum lítlum parti av søguni.
So hvørt, sum ein fólkaatkvøða um grundlógina nærkast, merkist ein hermótagerð í samfelagnum. Stríðið herðist bæði á politiska, løgfrøðiliga og gerandisliga vígvøllinum, og samanbrestirnir gerast alt meira dramatiskir og órógvandi.
Stóri spurningurin er, hvørja lagnu grundlógin fær, og hvør kostnaðurin av stríðnum verður fyri land og fólk.
Kennist veruligt
Bjørk Maria Kunoy er skaldsligur debutantur. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur áður verið virkin í politikki. Júst í samanrenningini millum løgfrøði og politikk hevur hon pallseta sína fyrstu skaldsøgu.
Parturin, sum snýr seg um løgfrøðiliga stríðið millum danskar og føroyskar myndugleikar, tykist sannførandi og gevur innlit, og politiska spælið kennist veruligt – júst, sum tað kann ganga fyri seg í veruleikanum.
Vit koma at kenna nakrar av persónunum í søguni rímiliga væl – eitt nú løgmann Magnus, politikararnar Djóna, Súsonnu og Lenu og fulltrúan Onnu. Ikki minst tann seinasta skapar spennandi støður og dilemma, nú hon er flutt heim aftur til Føroya at búgva og virka og skal finna fótafestið í landslagi við nýggjum og gomlum fellum.
Bókin hevur sínar løtur, tá ið tað kemur til persónslýsingar og meira persónliga samspælið millum fólk, og hóast vit fáa innlit í lív og levnað hjá fleiri av persónunum, lukkast tað ikki í øllum førum at knýta træðrinar saman og varðveita persónliga intensitetin gjøgnum bókina. Sum frálíður er styrkin í bókini tað løgfrøðiliga og politiska spælið. Tvær løtur seint í bókini – onnur á einum skeinkistaði og hin framman fyri løgtingið – eru áhugaverdar og spennandi og eru við til at kynda aftur at eldinum.
Málsliga stendur bókin seg væl. Málið er lætt og hóskar seg til søgugongdina. Onkur einstøk orð tykjast nakað tilgjørd, men tey órógva ikki skrivingina, sum kennist trygg og hevur passaligan framdrátt.
Bjørk Maria Kunoy kemur væl frá fyrsta skaldsliga verkinum. Vónandi gevur útgávan mót upp á meira, og kanska kann hon skunda undir, at aðrir yngri rithøvundar vísa sama dirvi at leggja aftur at bókmentavarðanum.
Ikki fyrr enn tá
»Ikki fyrr enn tá« er hugvekjandi og skakandi søga um Janus og Elsu. Tey búgva í íbúð í Havn, og júst sum vit koma inn í søguna, er Elsa farin at bera seg øðrvísi og undarliga at. Tað gerst greitt, at hon hevur ein illkynjaðan knykil í heilanum, og heilsustøðan versnar alsamt, til tey fáa greiðu boðini frá læknanum um, at einki er at gera við sjúkuna – nú bíðar bara deyðin.
Vit fáa eitt avdúkandi og eirindaleyst innlit í sjúkragongdina hjá Elsu fram ímóti tí endaliga. Janus, sum er rithøvundur og viðhvørt arbeiðir í bókahandli, gerst alt meira mótleysur og ørkymlaður um støðuna, men hann stuðlar Elsu í hvørjum lítlum feti fram móti deyðanum. Um beinini á teimum gongur hundurin við navninum Hundur, og tey trý stríðast ein vónleysan bardaga ímóti treystaloysinum – og deyðanum.
Heilsuverkið verður sum frálíður alt størri partur av søguni, og har verða Elsa, Janus og sjúkan sett inn í nýggjan samanhang, sum gevur eitt trúligt innlit sambandið millum sjúklig, avvarðandi og heilsustarvsfólk.
Seinni partur av skaldsøguni, sum hevur undirheitið »Ikki fyrr enn nú«, snýr seg um lívið hjá Janusi, eftir at Elsa er farin. Drykkjuskapur, einsemi og líkasæla merkja gerandisdagin, men í havsbrúnni lættir dimmið varisliga. Kann Janus fóta sær aftur, finna innihald í lívinum og koma í gongd við at skriva aftur?
Sterk søga
»Ikki fyrr enn tá« er sjúkrasøga og kærleikasøga. Tað er eisini søga um hóttandi einsemi og um, hvussu tær smáu gerandisgerðirnar kunnu vera tann stóri kærleikin.
Lýsingarnar av Elsu og hennara sjúku eru sera sterkar, og onkrar løtur kann tað vera krevjandi fyri lesaran at fylgja við í gongdini. Øll vita, at tað gongur bara ein veg við Elsu, og høvundin megnar við hendingum, samskifti og tankum at lýsa neyðstøðuna hjá Elsu og Janus:
»Eg sprakk á føtur og rann inn í kamarið. Tá ið eg kom inn í kamarið, sat Elsa nakin í songini. Hon hevði pissað á dýnuna. Gardinurnar vóru drignar fyri enn. Eg stúrstaði við. Tað, sum eg sá, var ikki mín Elsa. Eitt gráligt skepilsi, nakið, bróstini lógu niður á búkin, tí at hon var hokin við rygginum av trega. Høkan lá niður á bringuna. Skallin skein kámliga av glæmuni úr gongini. Hetta, sum sat á songarstokkinum í egnum pissi, var ikki konan, eg hevði elskað«.
Hetta er bert ein av mongum lýsingum av sjúkrastøðuni hjá Elsu og Janusi, og hvussu krevjandi gerandisdagurin fær turrlagda Janus at umhugsa at skrúva proppin av fløskuni aftur.
Mitt í vónloysinum og ferðini fram móti deyðanum, eru eisini teir, sum hava ein uggandi og styðjandi leiklut. Páll og Hundur eru tvey góðdýr. Páll eigur bókahandilin, har Janus arbeiðir við hvørt, og hann hevur markleyst tol við Janusi, uppmuntrar hann, ger tænastur og ørindi, og ongantíð er eitt øvugt orð frá honum. Hundur hevur týðandi leiklut í lívinum hjá Janusi og Elsu, hann er um tey, gongur túr við teimum, og syrgir so sáran, tá ið Elsa er deyð. Og sum um tað ikki er nóg mikið, at Elsa doyr, gongur bert stutt tíð, so orkar Hundur heldur ikki meira, og ein av sterkastu hendingunum í bókini er, tá ið Janus fer á kirkjugarðin og grevur Hund á grøvini hjá Elsu:
»Eg leggi meg á grøvina, leggi meg niður á tær einastu verurnar, sum hava havt nakran týdning fyri meg sum menniskja«.
Søgan um Elsu og Janus er døpur og tung, men hon er stundum lívgandi fyri lesaran. Janus er ótroyttiligur í sínari umsorgan fyri sjúku konuni, og aðrir persónar vísa við smáum gerðum, hvussu nógv ein hjálpandi hond, eitt viðurkennandi prát, ja, smáar gerandisgerðir, kunnu hava fyri onnur. Her merkja vit veruliga glottar í einari verð, sum vit við hvørt ákæra fyri at vera eirindaleysa og ikki hava tíð til nakað.
Oddfríður Marni Ramussen skrivar framúr væl. Málið er neyvt, fjølbroytt og stundum hvast uttan at gera ov nógv av. Fyrstu síðurnar tykjast eitt sindur tekniskar, nógvar samanberingar eru, men antin skrivar høvundin seg heitan ella skal lesarin líka venja seg við skrivingarlagið, tí teksturin verður bara betri og sterkari eftir byrjanina.
Oddfríður Marni Rasmussen hevur verið virkin sum rithøvundi í nógv ár. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, barnabøkur, ummæli og hevur týtt. Hetta er fyrsta skaldsøgan frá honum, og tað er vorðið sum byrjan. Hetta kann ikki annað plikta til meira. Pápi Superman segði, at við stórari styrki kemur stór ábyrgd. Oddfríður er ikki superhetja, men við hesari skaldsøgu verður Oddfríður enn ein upp aftur meira týðandi rithøvundur í føroyska bókamentaheiminum – og tað pliktar.