Einsamallar á odda

Við sigrinum á StÍF hevur Neistin lagt seg einsamallar á odda í bestu kvinnudeildini

Hondbóltur

Í øllum førum fram til leygardagin eru Neista-kvinnurnar einsamallar á odda í bestu kvinnudeildini í hondbólti.
Hetta stóð greitt, tá tær týskvøldið vunnu útidystin á StÍF í sannførandi stíli. Longu fyri steðgin hevði Neistin hug at leggja sjógv niður til mótstøðuliðið, men í løtunum undan steðginum tók munurin aftur at minka.
StÍF royndi eisini eftir steðgin at halda fast í Neistanum, og ta einu ferðina vunnu tær seg eisini upp á javnt, men so var liðugt.
Seinastu 20 minuttirnar settu tær bláu av álvara ferð á. Eftir at hava strítt seg upp á 14-14, skoraðu tær á heimaliðnum bara tríggjar ferðir afturat, og tá mótstøðan samstundis sendi 12 bóltar í kassan, var ikki stórvegis at tosa um.

Einsamallar á odda
Og úrslitið hevur so við sær, at Neistin nú eru einsamallar á odda í kvinnudeildini. Her hava tær so leikt tveir dystir fleiri enn VB og tríggjar dystir fleiri enn Stjørnan, so enn munnu tær ikki kenna tað soleiðis, at tær eru slopnar nakran veg avstað.
Leygardagin verður meira álvara aftan fyri í so máta. Tá kemur VB á vitjan í Havn, og tann dysturin líkist í øllum førum eini veruligari styrkisroynd, har Neistin skal vísa, hvørt tær veruliga ætla at leggja seg út í oddastríðið, ella um talan fyrst og fremst skal verða um tvídyst við Søljuna um bronsuna.
StÍF tykist hinvegin hugsa meira um, hvussu tær skulu sleppa nakran veg úr tunga endanum av talvuni. Her hevur tað fyrst og fremst verið Kyndil, sum tær hava stríðst við.

Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 17-26 (9-11)
Málskjúttar
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 10(3), Rebekka Justinussen 4, Malan Petersen 1, Rosa Johannesen 1, Poula D. Olsen 1
Neistin: Marjun Tróndarson 10(5), Simona Petersen 9, Ása Dam á Neystabø 3, Kára á Dunga 2, Lív Sørensen 1, Annika Thomsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 6
Útvísingar: StÍF 1, Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen