Atlantic Airways-kappingin
Leikligu hæddirnar, sum kunnu væntast í einum oddadysti, komu ongan tíð til sjóndar, tá H71 vitjaði Kyndil leygardagin. Fyrst og fremst, so var dysturin spennandi, og til tíðir vóru bæði ferð og intensitetur í hásætinum, so undirhaldsvirðið mundi samanlagt vera á eini leið. Men heilt gott varð tað ongantíð.
Skjúttarnir sviku
Fyrst og fremst, so fingu verjurnar báðar eina óvanliga lætta uppgávu, tí fyri tað allarmesta, so kundu hesar standa heilt inni, soleiðis at tær á tann hátt byrgdu fyri gjøgnumspæli av týdningi.
Hetta læt seg gera, tí ikki ein tann einasti av annars góðu skjúttunum hjá liðunum báðum veruliga kom ígongd hendan dagin. Hvørki Rókur, Halgir ella Piti fingu av álvara gongd í armsveiggini, og tí varð hóttanin útifrá - sum annars kundi latið verjurnar upp - av ongum.
Eitt skifti var eisini líkt til, at Kyndil veruliga skuldi fara at vinda úr hoyvíkingunum. Eftir at liðini høvdu fylgst fyrstu lítlu løtuna, tóktust hoyvíkingarnir fullkomuliga at steðga upp. Í lítið korter fingu teir bara eittans mál til høldar, og høvdu teir grønu verið bara eitt sindur neyvari hesa løtuna, so kundu teir væl avgjørt dystin.
Kyndil megnaði tó ikki at toga seg langt burtur, og brádliga varð støðan koppað á høvdið. Seinastu 13 minuttirnar fyri steðgin fekk Kyndil als einki burturúr, og so kundu gestirnir toga seg upp á javnt.
Eru sterkasta liðið
Leikliga, so gjørdist seinna umfarið nakað betri enn hitt fyrra. Enn var talan ikki um flótandi og skjótt álopsspæl, men tað eydnaðist í størri mun hjá pørtunum at spæla heldur enn bara stríða seg fram til nakrar møguleikar.
Jakob og Piti vóru eisini spakuliga um at finna rætta lagið hjá H71, og eina løtu tóktust teir vera parturin, sum skuldi draga stigini heim. Men teir megnaðu ikki at halda seinasta pettið, tá mest stóð á. Ov nógv tóktist verða flutt á herðarnar hjá Jakob hesa løtuna. Og tó at bóltsnillingurin við trimum fríspælingum á rað til Olaf Vesturgarð helt hoyvíkingunum í dystinum, so komu teir ikki nóg nær. Kyndil tók dystin og stigini, og staðfestu harvið oddasessin í deildini.
Og sum stigatalvn sær út í løtuni, so verður trupult hjá nøkrum øðrum at taka Kyndil aftur hesu megin grundspælið. Kanska hevur liðið enn ikki fingið spælið at koyrt heilt so væl, sum teir kundu hugsað sær. Men hinvegin, so hava teir støðugt fingið stigini til høldar, og so er spurningurin, hvussu sterkt liðið er, tá spælið av álvara fer at koyra.
Fakta um dystin
Kyndil-H71 19-17 (8-8)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 6(1), Hjalti M. Jacobsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Josef Abrahamsen 2(2), Rókur Akralíð 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Marius Joensen 1
H71: Jakob Jónsson 6, Piti Negru 6, Olaf Vesturgarð 3, Halgir Dahl Olesen 2(1)
Brotskøst: Kyndil 4, H71 1
Útvísingar: H71 2
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen