Einsamallur í flokkinum

Bara ein næmingur er í 10. flokki í Vestmanna. Skúlin hevur ikki heimild til at niðurleggja 10. flokk

Í fjør gingu 29 næmingar í 9. flokki í Vestmanna. Tað vóru fleiri, enn tað hava verið okkurt ári í 9. flokki.
Av hesum var kortini bara ein, sum valdi at fara víðari í 10. flokk í Vestmanna.
Hesum hevur Vestmanna skúli ongantíð áður verið fyri
- 9. flokkur í fjør var ein rættiliga góður flokkur, og fleiri av næmingunum valdu at fara miðnámsskúla, í studentaskúla, tekniska skúla og Fiskivinnuskúlan. Nakrir næmingar fóru á NámX í Havn, sum hevur væl fleiri breytir at bjóða, enn hesin skúlin kann hava, sigur Ólavur Winther, skúlastjóri.
Tað er hugsandi eitt sindur einsligt at vera einsamallur næmingur í einum flokki, men í nøkrum lærigreinum kann næmingurin lesa saman við níggjunda flokki.
Tað kann vera, at ein næmingur kemur aftrat seinni í flokk í Vestmanna.
Men hví ikki bara avtaka 10. flokk og senda næmingin í ein annan skúla?
- Næmingurin hevur rætt til at at fáa undirvísing á hesum skúlanum. Ein skúli hevur ikki heimild til at avtaka 10. flokk, sigur Ólavur Winther.
Hvussu verður næsta ár, er óvist. Í ár eru 24 næmingar í 9. flokki.
Vestmanna skúli hevur ongantíð áður havt bara ein næming í 10. flokki. Í fjør vóru teir átta. Aðrir skúlar hava havt heilt fáar næmingar í 10. flokki.
Ólavur Winther sigur, at NámX veruliga er ein kappingarneyti hjá fleiri skúlum, tí ein lítil skúli kann ongantíð hava so nógv at bjóða sum NámX í Havn.
Eins og í øðrum bygdum er barnatalið í Vestmanna minkað nógv seinastu árini. Fyri nøkrum fáum árum síðan vóru umleið 200 næmingar í skúlanum. Nú eru teir 169.
Í fyrsta flokki eru 17 børn.