? Eg helt, at ein dansiverksmiðja ljóðaði spennandi og áhugaverd, og tí vildi eg fegin royna at vita, hvat tað var. Mær dámar væl, men tað er ógvuliga rint at læra teir ymsu dansirnar, heldur Rógvi Dam, sum leggur afturat, at hann hugsar ikki um, at hann er einsamallur hani ímillum 16 aðrar hønur.
Rógvi sigur, at hann hevur dansað einaferð tá hann var lítil, men hevur annars ikki fingist við dans.
? Hetta er nakað nýtt fyri meg, og tað er ógvuliga stuttligt. Eg havi ongantíð roynt tað fyrr.
Orsøkina til, at Rógvi valdi at luttaka á mentarnarstevnuni sigur hann vera, at tað komst av, at eitt bræv frá Norðurlandahúsinum varð borið út á skúlarnar.
? Eg gangi eisini til drama frammanundan, so eg og tvey onnur gjørdu av at tekna okkum saman sum ein bólk, greiðir Rógvi frá, sum til pallframførslurnar fríggjakvøldið framførdi ein sjónleik saman við nøkrum øðrum.
Rógvi heldur, at tað eru nakrar ávísar kenslur í drama og dansi, sum eru eins. Nakrar kenslur, sum tú vísir fyri áskoðarunum.
Myndatxt: Rógvi Dam var einasti drongur, sum var við á dansiverksmiðjuni um vikuskiftið. Men hann smæddist sanniliga ikki burtur ímillum hinar 16 luttakararnar, sum allar vóru gentur
Mynd: Finnur Justinussen