Mínar royndir sum kabarett sjónleikari siga mær, at tað verður stuttligt í kvøld. Kvinnur hava tað lættari við at flenna og slappa av enn menn, sigur Finnur Koba, sum helst verður einasti maðurin í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Tað er ikki hvørjum manni beskorið at vera einsamallur við 720 kvinnum eitt heilt kvøld. Og enntá at sleppa at hava orðið stóran part av tíðini. Men tað sleppur journalisturin og tónleikarin Finnur Koba í kvøld.
Hann hevur nevniliga fingið til uppgávu at leiða Kvinnu ígjøgnum stóra føðingardagstiltakið í kvøld, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum.
- Eg vænti mær eitt hugnaligt kvøld við stuttligum røðum og góðum tónleiki. Eg havi góðar vónir um, at áhoyrararnir fara at trívast. Tað sigi eg út frá minum royndum sum kabarett sjónleikari. Kvinnurnar hava lættari við at flenna og slappa av enn menninir, sigur Finnur Koba.
Tað er helst eitt partvíst avbjóðandi uppgáva, sum Finnur hevur fingið, men hann ivaðist als ikki, tá ið hann fekk fyrispurningin.
- Eg segði ja, tí tað er rós vert at heiðra eitt blað, sum hevur yvirlivað bæði fíggjarkreppu og blaðdeyða. Eg segði eisini ja, tí eg verði einsamallur hani, sigur Finnur Koba.
Hetta er nú heldur ikki fyrstu ferð, at Finnur hevur verið einsamallur hani millum allar damurnar. Myndin til hesa grein er tikin, tá ið Finnur leiddi eitt mótashow og konsert hjá Lailu av Reyni í Østrøm fyri tíð síðani.
- Tað havi eg roynt áður. Meginpartin av tíðini í Hoydølum var eg einsamallur hani millum yvir 20 gentur. Tað var ikki altíð stuttligt. Eg fekk ongantíð orðið. Men hesaferð er vónandi øðrvísi. Eg tosi, tær lurta, sigur Finnur Koba.