Einskiljing av Atlantsflogi má hava breiða undirtøku

-Tað er óheppið, at einskiljingin av Atlantic Airways er nógv meira viðgjørd í pressuni, enn hon er í tí politisku skipanini. Vit mugu fáa eina meira lagaliga og opna tilgongd og tryggja okkum, at komandi eigarar hava Føroyar sum høvuðsstøð og flúgva til og úr Føroyum sum sítt primera endamál

Einskiljing
Jan Müller
[email protected]


Fólkaflokkurin hevur landsfund í dag og leygardagin. Eitt av málunum, sum fer at verða til umrøðu á landsfundinum verður einskiljingin av Atlantic Airways. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt út við eini einskiljingarætlan, men hvat sigur formaðurin í flokki hansara til hesa ætlan! Hann er eftir øllum at døma ikki heilt nøgdur við tilgongdina higartil og rópar rætt og slætt varskó. Vit mugu hava eina breiða undirtøku fyri tí leisti, sum verður valdur er hansara niðurstøða.

Anfinnur Kallsberg: -Sjálvandi gangi eg inn fyri einskiljing, og tað geri eg eisini við atliti til Atlantic Airways. Eg síggi fyri mær, at har er eitt potentiali fyri vøkstri, sum fer at gera, at tey verða noydd til at fáa fleiri pengar til íløguvirksemi, og her trúgvi eg, at landskassin skjótt kann gerast ein avmarking. Eg rokni við, at tað verður ringt at fáa pengar avsettar á fíggjarlógini til at seta fleiri pengar í AA. So tað er ein orsøk til, at man skal royna at fáa aðrar aktørar inn.

Hinvegin er tað sera umráðandi, at AA verður eitt føroyskt flogfelag, sum fyrst og fremst tænir Føroyum og føroyingum, tí er útgangsstøðið frá Føroyum avgjørt neyðugt. Tað mugu vit so eisini tryggja.

Tað er tó sera óheppið, sigur Anfinnur Kallsberg víðari, at tú fær eina óvissu í tilgongdini, tí hon kann forkoma øllum. Tí er so umráðandi at fáa eina meira breiða undirtøku til tilgongdina, og tað ivist eg ikki í, at vit fáa. At tað verður skotið eftir hvørjum øðrum, at man ætlar at forera hetta, at ikki allir sleppa at siga sína hugsan, at fólk kenna seg ótrygg í sínum arbeiði er alt nakað, sum vit mugu sleppa undan. Tí mugu vit finna ein leist fyri hesi privatisering, soleiðis at vit hava eina trygga tilgongd og fær sum mest virði burtur úr.

Løgin logikkur
-Men er tað ikki ein løgin logikkur fyrst at siga, at vit mugu hava sum mest burtur úr søluni og so at siga, at vit mugu tryggja okkum best møguligt samtíðis, eitt nú treyta okkum, at alt virksemi gongur út frá Vágum?

-Tað er rætt, at tey bæði sjónarmiðini ganga ímóti hvørjum øðrum. Skal tú kalt og kyniskt hugsa um at privatisera, so skal tú gera tað 100% og ongar treytir leggja á. So hevur tú ta risiko, at tú einki felag hevur, sum hevur Føroyar sum høvuðsmarknað og fyrst og fremst skal servisera føroyingum. Tað verður lættari hjá einum felag at sita onkra aðrastaðni og so flúgva Føroyarutuna, tá tíð ella hugur er.

Tí er rætt, at her er ein mótsøgn. Eg kundi tí hugsað mær, at man kemur til eina breiða politiska semju, har allir flokkar helst eru við, og har man byrjar við eini meira lagaligari tilgongd.

-Hvat er ein lagaligari tilgongd fyri nakað?

-Tekur tú avgerð um at selja meirilutan, so kanst tú gott gera tað men drýggja hann yvir eitt longri tíðarskeið tvs. at í fyrstu atløgu selja vit bara so og so nógv prosent og so taka vit seinni uppaftur til viðgerar og vita, hvønn áhuga tann eigaraskarin hevur.

Anfinn Kallsberg vísir á, at tað eru tvey sløg av íleggjarum. Tað eru teir strategisku og teir, sum vilja hava eitt fíggjarligt avkast. Teir strategisku kunnu vera áhugaðir í at niðurleggja rutuna ella leggja hana saman við onkrum øðrum. Teir kunnu væl keypa nógv við tí endamáli. Hinvegin byrjar tú í smáum og fær ein eigaraskara, sum hevur tað sikti, at AA eisini í framtíðini skal vera eitt felag, sum gevur eitt rímuligt avkast men verður rikið á handilsligum sjónarmiðjum og tann eigaraskari hevur áhuga í Føroyum, so er tað tann betra tilgongdin.

Anfinn Kallsberg heldur eisini, at felagið eigur at vera einskilt so gjøgnumskygt sum til ber. Sjálvur heldur hann, at vit eiga at leggja okkum eftir eini opnari skipan sum partabrævamarknaðurin er. -Vit løgdu stóran dent á í seinastu samgongu at fáa ein partabrævamarknað, so eingin skuldi hava møguleika fyri at skjóta einum í skógvarnar, at hetta skal seljast til nakrar privatar spekulantar, venner og bekendte.

Óheppin tilgongd
-Tú er also ikki samdur í leistinum hjá landssstýrinum um at selja 66% og varðveita 34%?

-Nú er tað so, at vit hava fingið málið til flokkarnar at viðgera. Kanska hava vit ikki tosað so nógv um, hvussu nógv prosent skulu seljast, men tá tú sær reaktiónirnar úti millum fólk - og kanska er tað so lætt at vera bakklókur - so eigur man ikki at hava hasa óvissuna hangandi heldur. Tí haldi eg, at man skal gera eina tillaging, har tú fær eina skipan, sum hongur so væl saman sum gjørligt.

-So tú heldur , at tað er ov nógv at selja 66%?

-66% er ikki ein trupulleiki í konstruktiónini hjá landsstýrinum, tí har sigur man, at man vil tryggja seg í einum partabrævasáttmála. Men tíverri er tað soleiðis, at tað eru so mong, ið ikki trúgva uppá, at tað ber til at tryggja seg í einum partabrævasáttmála. Umráðandi fyri meg er at fáa eina tiltongd, sum fær breiða undirtøku. Alt annað er bara at undirgrava alla skipanina og leggur hann aftrat, at tað er alfa og omega fyri seg, at uppgávan hjá AA verður primert at standa fyri flutningi til og úr Føroyum.

-Vit mugu ikki koma aftur í ta støðu, tá Mærsk var einsamalt og tú hevði onga flúgving uppá Føroyar í dagavís, tí flogførini vóru upptikin aðrastaðni, tað ynski eg ikki at koma aftur í. Hetta hevur tí ikki bara nakað við at tryggja arbeiðsplássini í Vágum at gera, tað hevur við okkum øll at gera.

Anfinn Kallsberg dylur ikki fyri, at hann heldur tað vera eitt sindur óheppið, at málið um søluna av AA er nógv meira viðgjørt í pressuni enn í tí politisku skipanini.



-