Í einum ørkymlaðum heimi

Petur Martin Petersen

Í einum ørkymlandi og ørkymlaðum heimi havi eg við íblástri úr danskari yrking skrivað viðhongdu 12 ørindi, sum kanska eru okkum øllum viðkomandi, nú trúarrørslur og/ella menniskju trampa á virðunum hjá hvørjum ø:rum, og humanisman hoknar, har vitloysið fær rásarúm til at hóroyggja sær tvørtur um øll siðsemismørk í navni hins Hægsta hjá ymsum fólkasløgum.
 
12-talið gongur aftur í at kalla øllum trúarrætningum jarðar, so viðhongda versini eru eisini 12 í tali, sum mánaðartalið í bæði heidna og kristna árinum, sum Jákups synir og Juda ættarbólkarnir, sum teir 12 limirnir í ráðnum hjá buddistiska Dalai Lama, sum tey tólv portrini hjá egyptarum til undirheimin, har sólgudurin Ra býr, meðan nátt er, og ikki at gloyma Herodot, sum sigur okkum frá um12 gudar og gudinnur  á Olympos og teir tólv titanarnar hjá Hesiod. Í islam verður talað um teir tólv imamarnar, eftirkomarar  Ali, sum ráða yvir teim 12 tímunum, sum ein dagur er. Hjá jødunum eru 12 fruktir á lívsins træi, 12 portur í himnastaðnum, 12 sýnisbreyð í templinum, eitt til hvønn mánað í árinum. Hjá keltarunum vóru hjá Karl tí Stóra 12 pallatinarar - reiðmenn - og 12 riddarar um tað runda borðið, og so søgdu kinverjar, at heimur okkara kundi sundurbýtast í 12 greinar, og vit kristnu bera eisini 12-talið við okkum, eitt nú við 12 apostlum afturat tí, vit eiga av arvagóðsi úr gomlu pakt.
 
Jú, 12-talið spøkir aftur úr hvørjum heraðshorni jarðar í bæði halgum og verðsligum høpi, so onkursvegna semjast vit øll um hetta snøgga tal, sjálvt um vit ikki duga at semjast um livsins friðarboðskap millum manna.