Einvegis ferðsla

Kvinnurnar hjá KÍ góvu HB ein veruligan avsmurning í landskappingardystinum millum liðini sunnudagin. 9-1 var úrslitið, og sigurin kundi lættliga verið uppaftur størri

KÍ hevur verið einaráðandi innan kvinnufótbólt í nøkur ár, og sunnudagin var tað framsýningarfótbóltur á skránni í Gundadali. HB mátti á heimavølli leggja rygg til eitt sera eyðmýkjandi stórtap. 9-1 til gestirnar úr Klaksvík, sum nú kanska fingu hevnd fyri ósigurin í steypakappingini í fjør.
KÍ setti seg á dystin frá fyrsta bríksli, og ikki gekk long tíð, áðrenn kvinnurnar úr Klaksvík høvdu skorað trý mál. Síðani minkaði HB um munin til 3-1. Tá hálvleikssteðgurin var, hevði KÍ økt til 5-1.
Útiliðið slapp at spæla, sum tað vildi, og tí lá væl fyri hjá teimum skjótu KÍ-kvinnunum at skora fleiri mál. Eftir steðgin var trýstið á HB málið enn størri, og KÍ fekk eisini fýra mál burturúr. HB spældi við flatari verju, og tað gjørdi KÍ sær dælt av.
HB var ógvuliga sjáldan á hálvuni hjá KÍ, sum hevði ovmikið av málmøguleikum. Í veruleikanum kundi KÍ skora nógv fleiri mál, enn tær gjørdu, og tær raktu stengurnar og tvørstongina fleiri ferðir. Harumframt brendur tær eina rúgvu av møguleikum, tá tær vóru leysar við málverjanum.
KÍ vann stórt hetta vikuskiftið, men liðið hevur framvegis ongan venjara. Higartil hava tær skipa fyri taktikki og útskiftingum sjálvar, og tað hevur gingið væl, men spurningurin er, hvussu leingi liðið kann halda á uttan venjara.

HB ? KÍ 1-9 (1-5)
Málskjúttar:
KÍ: Viviann Bjartalíð 3, Rannvá Andreasen 2, Malena Josephsen 2, Elsa Maria Sivertsen 1, Mariann Joensen 1,
HB: Gunn Müller 1