Fyrr í dag fekk Rás2/in.fo orðið á Atla Gregersen, liðskipara og verjuskansa hjá Víkingi.
Atli Gregersen heldur, at talan var stórt sæð um einvegis ferðslu í einum 5-0 stórsigri, har Skála stóð fyri skotum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Hóast mong undrast á, at Finnur Justinussen ikki slapp á talvuna í 5-0 sigrinum, so undirstrikar Atli, at Finnur Justinussen er vorðin ein spælari, sum eins ofta leggur upp til mál, og tað er sanniliga ein dygd, sum vil nakað.
Nú gera teir í Víkingi klárt til enn eina grannauppgerð, sum hesaferð verður ímóti B68 á Svangaskarði á Toftum. Atli undirstrikar, at talan verður um eina torføra uppgávu, har nógv skal leggjast fyri dagin, fyri at vinna trý stig.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Atla Gregersen, sum var gjørd fyrr í dag.