SKRIVAÐ & Myndir: Dávur Winther
Eftir røðuna heiðraði Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður bestu skip og bátar í Føroyum við heiðursmerki, sum Sjómannadagurin lat.
Niðanfyri verður røðan hjá Eirikki í Jákupsstovu, løgtingsmanni endurgivin
Góðu tit øll!
Tað plagar at vera fiskimálaráðharrin, sum setur Føroya Sjómannadag. Eg eri ikki hann, sum tey flestu av tykkum vita, men tá Dennis Holm heitti á meg vegna hann at seta Føroya Sjómannadag, tí tað barst honum frá, so segði eg ja beinanvegin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
Fyri tað fyrsta, tí hetta er ein sera stórur heiður, og fyri tað næsta, so havi eg ongantíð havt nakað ímóti at vera tann, sum leverar, tá á stendur.
Orsøkin til, at eg taki hetta sum ein stóran heiður, er, at sjómannadagar er eitt átak, sum eg havi serstakliga stóra virðing fyri, og tað eru 3 avgerðandi orsøkir til tað, sum eg fari at koma nærri inn á næstu løtuna.
Tað fyrsta er, at hesir dagarnir - sum eru fyriskipaðir síðan 2005 - veruliga seta fokus á og minna okkum øll á, hvussu stóran týdning havið hevur fyri okkum sum tjóð. Bæði í okkara samleika, men ikki minst eisini beinleiðis búskaparliga.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
Mann skuldi trúð, at tað ikki var neyðugt. Óansæð hvar í landinum vit eru stødd, so skulu vit sjáldan meira enn venda okkum fyri at síggja sjógv. Vit síggja eisini skipini og aliringarnar á firðunum. Men spyrja vit fólk, so er áhugin fyri vinnunum við sambandi til havið ikki altíð so stórur.
Eitt er, at vit síggja fallandi tøl á Vinnuháskúlanum og á Sjónámi, og fara vit í teir fáu egningarskúrarnar, sum eru eftir í landinum, so er eisini langt ímillum skúlanæmingarnar, sum standa har.
Vit hoyra eisini javnan fólk tosa um, at tað er so torført at fáa fatur á fiski í Føroyum, at fólk ofta heldur keypa sær einfrystan høsnarunga ella malna kjøtið, har tað í øllum førum stendur ”neyt” á.
Tað er ikki nøktandi, og eg vóni veruliga, at vinna og brúkarar fara at taka væl ímóti átakinum hjá landsstýrinum, sum skal geva fólkinum í landinum meira fisk á døgverðaborðið. Sum eg skilji fara vit at síggja nakað ítøkiligt í heyst.
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
At fólk ikki natúrliga hava líka nógv samband við sjógvin hevur helst sínar orsøkir. Ein er nokk, at tað heilt einfalt eru nógv færri sjófólk í dag enn fyrr og eisini munandi færri enn tá Sjómannadagur var fyrstu ferð á Stongunum 2005.
Í 2005 vóru nevniliga umleið 2.200 fólk í Føroyum, sum fingu onkran part av sínari inntøku fráfiskiskapi. Í dag er talið niðanfyri 1.300 fólk.
Í 2005 vóru umleið 160 føroysk fiskiskip yvir 20 bruttotons. Í dag eru tey líka yvir 100.
Og so kunnu vit leggja afturat, at hyggja vit at manningarlistunum hjá nógvum av hesum skipunum og hyggja vit inn á fiskavirkini, so er tað í alsamt størri mun útlendingar, sum virka har.
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
Men hetta merkir ikki, at týdningurin av fiskivinnuni og alivinnuni er minkaður. Eg vil næstan siga, at hann er blivin størri, men kanska liggur týdningurin onkustaðni, har vit ikki líka væl síggja tað.
Taka vit til dømis týdningin av fiski- og alivinnuni hjá landskassanum og harvið fyri allar almennar tænastur, so er týdningurin vaksin nógv seinastu árini.
Upphæddin, sum landið fekk inn tilsamans fyri veiðugjald og tøkugjald í 2005 var 0 krónur. Um onkur ikki hoyrdi, so rindaðu feløgini í fiskivinnuni og alivinnuni skatt líka sum onnur í 2005, meðan tað, sum vit ofta kalla gjald fyri atgongd til tilfeingið var 0 krónur. 0.
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
Taka vit 2023, sum er síðsta uppgjørda árið, so var beinleiðis tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni líka yvir 500 milliónir krónur og frá alivinnuni næstan 215 milliónir krónur. Tilsamans umleið 715 milliónir krónur av millum øðrum skúlaverki, heilsuverki og almannaverki, sum beinleiðis verður fíggjað av rættinum hjá nøkrum at brúka tilfeingið, ið vit eru vælsignaði við sum tjóð.
Har eru sjómannadagar munandi sjónligari enn tvær inntøkukontur á fíggjarlógini, um vit skulu sjónliggera, hvussu stóran týdning hesar vinnur hava fyri okkum sum samfelag.
Tí vil eg fegin takka fyri, at tað eru eldhugaðir fyriskiparar, myndugleikar og fyritøkur, sum vilja gera hetta íkastið til okkara tilvitsku hvørt ár. Og nú JFK hevur bygt eina sera snotiliga varandi fisk og kips-búð, so ivist eg ikki í, at hetta tiltakið fer at vera í nógv ár afturat.
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
Tað næsta eg fegin vil siga er, at Føroya Sjómannadagur eftirhondini eisini er Føroya besta stóra tiltak fyri familjurnar. Eitt er sera væl skipaða stóra vatnkríggið, har vit øll, børn, foreldur, ommur, abbar, borgarstjórar og onnur fingu karm í gjárkvøldið, har tað fylgja nógvar sera stuttligar løtur við. Til dømis helt eg tað vera øgiliga stuttligt í fjør, at tá 2 ára gamla dótturin við vatnbyrsuni hevði skotið tveirsóknarprestar, áðrenn hon kom til hús.
Men tað er ikki bara gott, tí tað er stuttligt. Eg veit ikki hvussu nógvar tímar børn og vaksin hava brúkt við kørinimitt á plássinum her seinastu nógvu árini, har tey hava sæð alskyns fiskar og annað livandi úr sjónum, sum tey ikki hava sæð áður ella ikki hava kenst ordiliga við frammanundan. Eg eri í øllum førum fullvísur í, at sjómannadagurin er ein høvuðsorsøk til, at nógv børn í Føroyum hóast alt kenna rættiliga nógv fiskasløg.
Og so er tað eisini hetta, sum vit á sjómannadegnum eftirhondini taka fyri givið. Her er altso talan um ein risa familjudag, umframt kvøldið frammanundan, har tað ber til at fara við børnunum uttan at hava eina einastu krónu uppiá sær. Vit vita øll væl, at tað er onkur, sum rindar fyri alt hetta, tí onki er ókeypis. Vit vita eisini, at tey allar flestu fegin høvdu rindað nakrar krónur, um tað kom til tað. Men tað er nakað ómetaliga vakurt við hesum degnum, at foreldur ikki skulu hugsa um møguliga sperdu bankakontuna, og børnini ikki skulu hugsa um, hvussu nógvar pengar vinmaðurin ella vinkonan nú hevur við sær.
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
Tað triðja eg fegin vil nevna er risa arbeiðið, ið er sprottið úr Føroya Sjómannadegi, og sum vit uppliva hvønn dag í nærumhvørvinum her. Eg skal ikki siga, at onki hevði verið, men bara fyri at nevna tað, sum eg skjótt komi í tankar um, so eru Føroya Sjómannadagur, og kanska í hesum føri serliga Oliver, Olivur og Ólavur – teir eita Joensen, Thomsen og Samson – orsøk til sera nógv í økinum her. Standmyndirnar “Kvinna við Róðri” og “Kavarin” komu í mínari tíð í Klaksvíkar kommunu fyri nøkrum fáum árum síðan, meðan vit eisini hava nógv onnur prýði, sum ríka økið her.
Tað mest umrødda er nokk húkurin í rundkoyringini við Borðoyavík, og tað kendasta er uttan iva Kópakonan í Mikladali, sum vit fyri nøkrum døgum síðankundu hátíðarhalda 10 ára avdúkingardag fyri. Hetta verk frá fólkum handan sjómannadagin kann ikki undirmetast, og eg ivist veruliga um nakað listaverk í Føroyum eftir hondini er kendari enn kópakonan.
Tað er til dømis ein einstakur prýðislutur á skrivstovuni, sum Annika Olsen, sum millum annað fyrr hevur verið borgarstjóri í Havn, og eg hava saman í Løgtinginum: Ein lítil Kópakona frá Looknorth, sum ein starvsfelagi gav mær, tá eg hevði seinasta dagin í Klaksvíkar kommunu. So er spurningurin, um Annika fer at byrja at pynta nú.
Nú eri eg komin ígjøgnum tey trý viðurskiftini, sum eg ætlaði at koma inn á, men har er eitt afturat, sum eg má nevna. Tað er, at hetta átakið uttan iva hevur verið ein stórur íblástur til onnur átøk kring landið, sum skapa stórt virði. Eitt er í øllum førum, sum eg kenni heilt væl. Tað er Heystfagnaðurin á Eiði, sum eg veit er skaptur við beinleiðis íblástri frá Føroya Sjómannadegi.
Við tankum um týdningin av sjómannadøgunum fyri okkara samleika sum tjóð mitt í sjónum, sum savnandi barnatiltak, sum íkast til list og trivnað, umframt at vera til íblástur fyrionnur, vil eg við hesum seta sjómannadagin og takka tykkum øllum, sum fáa hetta átak at rigga.
Takk fyri!