Eisini børn og ung í Havn skulu sleppa fyri einki

Men enn er óvist, nær tað verður og hvussu umfatandi tað verður

Eisini børn og ung í Tórshavnar Kommunu skulu sleppa ókeypis til ymisk frítíðarítriv. Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð.

Fleiri kommunur hava sett eina skipan í verk, har børn og ung fáa hvør sína upphædd um árið, sum tey síðani kunnu brúka til ymisk frítíðarítriv, eitt nú til limagjøld,  atgongumerki, og annað.

Upphæddin, tær flestu kommunurnar hava sett av til endamálið, er 2.000 krónur um árið til hvørt barn, og hvønn ungan, ímillum seks og 18 ár, men á Tvøroyri er skipanin eisini galdandi fyri øll børn og ung, eisini tey undir seks ár.

Hetta er eitt tiltak, tey í Barnabata hava tikið væl undir við, tí tað eggjar børnum og ungum at vera við í einum sosialum felagsskapi og til at vera virkin í frítíðini.

Les meiri her: Fegnast um tiltakið hjá fleiri kommunum

Gunvør Balle sigur, at hetta er eisini ein ætlan, tey arbeiða við í Tórshavnar Komumunu.

Endamálið er at seta eina skipan í gildi seinni í at. Kanska verður skipanin í ár avmarkað, men frá næsta ár skal ein fullfíggjað skipan setast í gildi.

Gunvør Balle sigur kortini, at enn er ikki avgjørt, hvussu nógvur stuðul verður settur av til hvørt barn og hvønn ungdóm.

Eitt slíkt frítíðarkort er eitt rættiliga umfatandi tiltak í Tórshavnar Kommunu og tað kann skjótt fara at kosta upp ímóti 10 millióni um árið.

– Talan er um eitt stórt tal av børnum og ungum, og samstundis eru tað einir 60 - 70 frítíðarfelagsskapir av ymsum slagi í kommununi, sum koma at verða umfataðir av eini slíkari skipan, sigur Gunvør Balle.

Ætlanin er nevniliga, at stuðulin skal umfata alt slag av frítíðarítrívi, bæði ítrótt, skótar, musikkundirvísing, og annað.

Gunvør Balle sigur, at Tórshavnar Býráð hevur sett ein arbeiðsbólk at orða ein ítróttarpolitikk, og ein partur av hesum arbeiðið verður at gera nakrar ásetingar um, hvussu kommunan skal stuðla ítróttinum.

Og í hesum sambandi skal arbeiðsbólkurin eisini viðgera, hvussu ein skipan við frítíðarkortið til børn og ung kunnu setast í gildi, sigur forkvinnan í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráði.