Børn sum eru vitni til harðskap í heiminum, eiga at fáa betri hjálp Tað heldur Súsanna Skaale, sálarfrøðingur. Hon hevur verið í Kvinnufelagnum í Havn og greitt frá sínum arbeiði sum sálarfrøðingur hjá kvinnum í Kvinnuhúsinum í Havn.
Hon staðfestir, at børn sum eru vitni til harðskap til heiminum, eru líka hart rakt sálarliga sum tann, ið er fyri harðskapi, sigur hon. Hjá børnum er mamman tann trygga grundin, Og tað er líka traumatiserandi hjá bøtnum at síggja mammu sína verða bukaða og sligna, sum tað er hjá mammuni er sjálvari. Tí vildi hon ynskt at vit høvdu eitt skipa tilboð til børn, sum eru vitni til harðskap í heiminum.
Les eisini: Gera meiri skaða enn gagn
Tað, hon hgsar sær, er eitt bólkatilboð á sama hátt sum tilboðið, Berin hevur til børn og sum hava mist foreldur ella systkin. Annars hevur nýstovnað Barnahúsið eitt viðgerðartilboð til børn, men tað er baa til børn, sum eru undir barnaverndini.
|