Ringa veðrið hevur fingið Strandfaraskip Landsins at avlýsa ein stóran part av samferðsluni í syðru helvt av landinum, og nú koma boð um, at Flogbóltssamband Føroya eisini er ávirkað av ringa veðrinum.
Dysturin, sum skuldi vera millum kvinnuliðini hjá ÍF og TB í Eikliguni í kvøld, er útsettur vegna veður. Enn er ikki greitt, nær dysturin so skal spælast.
Flogbóltssambandið boðar tó frá, at dysturin í Eikliguni millum kvinnuliðini hjá TB og KÍF, sum skal spælast sunnudagin, skal spælast sum upprunaliga ætlað.