Eisini foreldur í Havn sleppa undan at gjalda

Tað kostar kommunukassanum í Havn 2,8 milliónir

Eisini foreldur at børnum í Tórshavnar Kommunu, skulu sleppa undan at rinda ansingargjøld í ein mánað, nú tænastan á dagstovnunum hevur verið nógv skerd í kjalarvørrinum á koronakreppuni.

Tann 16. mars lótu dagstovnarnir aftur eftir tilmæli frá myndugleikunum og eftir tað varð bara skipað fyri neyðansing í teimum førum, har foreldrini máttu til arbeiðis.

Tann 20. apríl, lótu dagstovnarnar upp aftur, men nógv foreldur høvdu framvegis børnini heima, so tað hava verið fá fólk á stovni.

Foreldrini gjalda ein ávísan kostnað fyri at hava eitt barn á stovni, men goldið verður frammanundan og tískil hava foreldrini longu goldið fyri bæði mars og apríl.

Hinvegin er spurningur settur við um foreldur skulu gjalda fyri eina tænastu, tey ikki hava fingið hesa tíðina.

Tískil er ætlanin, at gjaldið fyri næsta mánað skal ikki krevjast, soleiðis at foreldrini fáa ansing í ein mánað fyri einki.

Hetta fer at kosta kommunukassanum 2,8 milliónir í mistum inntøkum, men Fíggjarnevndin hjá býráðnum mælir til, at foreldrini sleppa undan at rinda fyri ein mánað.

Men endaliga avgerðin skal takast í býráðnum, og tað fer býráðið nú at taka støðu til.