Eisini næmingar á Læraraskúlan í ár

Aftur í ár verða næmingar tiknir inn á Føroya Læraraskúla, hóast landsstýriskvinnan fyrr í ár róði fram undir at hava ein steðg. Tað skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum.

Fyrr í ár umhugsaði landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø, annars, at Læraraskúlin skuldi ikki taka næmingar í ár, men at lærarar ístaðin skuldu fáa betri møguleikar at eftir útbúgva seg.

Hon staðfesti, at játtanin til fólkaskúlan fer ikki at verða økt og tí umhugsaði hon tí at raðfesta øðrvísi og at taka eftirútbúgving framum í ár, heldur enn at taka næmingar inn á Læraraskúlan.

Hon vísti eisini á, at verða skúlar lagdir saman, fer tørvurin á Lærarum at minka.

Men nú er ætlanin slept og næmingar verða tiknir inn á Læraraskúlan aftur í ár.

Umsóknarfreistin er 1. juni og skúlagongdin byrjar 15. august.