Eisini Róaldur er betri við Titanic-tónleiki

Á internetinum verður í spølni sagt, at alt er betri við Titanic-tónleiki.

Tá verður sipað til balladuna My Heart Goes On, sum Celine Dion so stórsligið sang til stórfilmin Titanic. Nógv hava havt fragd í at leggja sangin út yvir ymiskar hendingar.

Nú hevur onkur roynt at gera tað við minniliga málið hjá B36-spælaranum Róaldi Jakobsen, tá ið hann úr 72 metrum skoraði ímóti HB í seinnu hálvfinaluni í steypkappingini.

Trýst á pílin í myndini fyri at síggja málið hjá Róaldi Jakobsen við Titantic-tónleiki.