Eisini týdning at smíða smærri skip

-Tað at smíða skip, hóast tey ikki eru so øgiliga stór, hevur alstóran týdning fyri okkum fyri at varðveita førleikan segði Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri, tá Fiskaklettur varð latin eigarunum

Hóast tað ikki er av størstu skipum, sum er latið byggja á Tórshavnar Skipasmiðju gjøgnum árini, so var tað kortini ein stór løta leygardagin, tá nýggjasta farið í flotanum, ein trolbátur til reiðaríið Malinsfjall við Bjarna Kass varð doypt. Gunnar Mohr, stjóri takkaði Bjarna Kass, reiðara fyri tað álit hann hevur víst Skipasmiðjuni við at lata tey smíðja skipið, sum skal á landleiðina at fiska frá 1. juni.

 

-Hetta er fyri okkum, sum starvast á Skipasmiðjuni ein stór løta sum altíð, tá skip verða latin ein slíkan góðan dag. Sáttmálin varð undirskrivaður 17. juli í fjør og skuldi skipið handast flaggdagin eins og gjørt hevur verið við tveimum av teimum seinastu skipunum.

Hetta gekk ikki eftir ætlan. Skrokkurin, sum skuldi koma úr Pólandi 21. november í fjør kom hann ikki fyrr enn 6. februar. Tá vóru góð ráð dýr, men leiðsla og starvsfólk settu seg saman og funnu eina loysn, so báturin kundi fara á landleiðina sum ætlað 1. juni, og tað fer nú at eydnast. Nú eru vit í veruleikanum eina viku frammanfyri ætlanina segði Gunnar Mohr, sum var bæði errin og rørdur av, at tað bar til. Tey fingu sett tvey skifti á, og tað hevur verið ótrúligt ágrýtni og entusiamsa at fáa tíðarætlanina at halda.

 

-Vit hava eisini gjørt okkara besta fyri at fáa bátin so effektivan sum gjørligt. Eg má siga, at tað at smíða skip hóast tey ikki eru so øgiliga stór, hevur alstóran týdning fyri okkum fyri at varðveita førleikan á virkinum, hjá undirveitanum og øllum handverkinum at smíða skip sum heild. Hóast skipið ikki er stórt so skal førleikin til kortini. Og tí er tað gott, at vit hava fingið skipasmíð í gongd aftur eisini inni á Skála við tí avtalu vit hava fingið við Landsfelag Handverkara. Eg vóni tað verður til eydnu fyri okkum øll, reiðarí, flotan, vinnuna og samfelagið sum heild segði Gunnar Mohr. Eftir hesi orð gav gumman Bjørg Kass snøgga trolbátinum navnið Fiskaklettur.