Eisini til børn

Í gjár, mánadagin, varð av álvara farið undir at senda eftir eini fastari skrá, og ein av tættunum í hesi er barnaløtan

Verturin til barnaløturnar er longu funnin, og verður hetta Lív Jacobsen, sum sostatt verður at hoyra hvønn dag um hálvgum fýra tíðina, eins og sendingin verður endursend á kvøldi.


Von at fáast við børn

Lív er sjálvsagt spent, nú hon skal royna seg sum útvarpsvertur, men kortini sigur hon seg ikki vera bangna fyri at taka hesa uppgávu á seg.

Í fleiri ár hevur hon fingist við børnum, so fyri hana er tað sum so ikki nakað nýtt í hesum, tó at hon gleðir seg rættuliga nógv til at fara undir hesar sendingar.

Um innihaldið í sendingunum sigur hon, at har verður eitt sindur av hvørjum.

Vit fara at hoyra søgur úr barnabíbliuni, eins og barnaløg og minnisvers av ymsum slag verða at hoyra. Eisini fara vit at bijða undir hesum sendingum, soleiðis at børnini á tann hátt kunnu læra at biðja.

Lív kundi eisini avdúka, at tey í barnaløtuni væntandi fóru at fáa vitjan av eini kettu, og at talan ikki fór at verða um nakra vanliga kettu. Kettan, sum verður at hoyra í Lindini, dugir nevnliga at tosa, umframt at hon hevur ljós á halanum.

Meira vildi Lív ikki siga um hesa kettuna, men spennandi ljóðar tað í øllum førum.