Eisini veðrið er í parti við KÍ

Líkindini eru av teimum fagrastu í Klaksvík, har tað av álvara er kynt undir FM hýrin

Tað er stilt og milt, og blái liturin sæst á heystarloftinum. Veðurforsøgnin sigur, at veðrið fer at halda sær. Hitastigini vera 4 – 5, tað verður turt, og vindferðin verður einar 2 – 3 metrar um sekundið.

 

Tað er møguleiki, at KÍ undir klára heystarhiminum um átta tíðina í kvøld verður føroyameistari. Alla vikuna hevur verið kynt undir fótbóltshýrin. Tað var tað í gjárkvøldið, og fyrrapartin er aftur fótbóltshýrur. Kvinnurnar fáa gull og steyp um fýra tíðina, og so verður stóra brakið. Fjeppararnir smíða, mála, klippa og so víðari, og býrurin er myndaliga talað málaður bláur.

 

Hjá Mikkjali Thomassen venjara er uppgávan av velja teir ellivu, sum skulu á vøllin frá fyrsta bríksli. Liðformaðurin Jákup B. Andreasen er tøkur aftur, og tað er kapping um plássini. Fleiri spælarar hava verið upptiknir á landsliðunum – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jóannes K. Danielsen og Jóannes Bjartalíð við A-landsliðnum og Børge Petersen og Jonn Johannesen við U-21 landsliðnum. Heini Vatnsdal noyddist skaddur av vøllinum ímóti Skotlandi, men tað sær út til, at hann ikki er verri darvaður av knæskaðanum, enn at hann er í hópinum.

 

Higartil í ár er tað ikki eydnast hjá Dan Brimsvík og hansara monnum í B36 at vinna ímóti teimum í ovaru hálvu á støðutalvuni. Motivatiónin eigur at vera í toppi hjá B36, tí pláss í Europa næsta summar stendur upp á spæl.

 

Hjá B36 hava Mattias H. Lamhauge og Hannes Agnarsson verið upptiknir á A-landsliðnum, og Andrass Johansen hevur verið við U-21 landsliðnum.

 

Alex Mellemgaard er tøkur aftur, eftir at hann í 3-2 sigrinum ímóti EB/Streymi var í sóttarhaldi. Uros Stojanov er leikbannaður, Magnus Holm Jacobsen er skaddur í knænum, Brian Jakobsen er skaddur í lærkrikanum, og Eli Falkvard Nielsen er langtíðarskaddur.

 

Tølini siga, at B36 plagar at stana seg væl í Klaksvík, hóast tað fyrr í ár endaði við 4-0 tapi. Í hesi øldini hevur KÍ bara vunnið fimm heimadystir ímóti B36, sum 15 ferðir hevur vunnið í Klaksvík. Seks ferðir er tað endað javnt. Um tað fer at standa á jøvnum í kvøld, tá ið Kári J. á Høvdanum fer at bríksla fyri síðstu ferð, ella um KÍ endar omaná, so verður 19. FM heitið hjá KÍ veruleiki.