– Vit eru frægari fyri við útbúnum fólki, enn tey eru aðrastaðni
Tað staðfestir Anna Djurhuus, leiðari í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu.
Í seinastuni hava røddir verið frammi um at tað er stórt trot á útbúnum heilsustarvsfólki í miðstaðarøkinum, samstundis sum at tað eru arbeiðsleys heilsustarvsfólk í Suðuroy.
Ført hevur verið fram, at ein orsøk er, at Heilsuskúlin er í Suðuroy og tað fær summi at setast aftur, tí tað er ov langt at fara til Suðuroyar at fáa sær útbúgving.
Síðani hava fleiri fólk, sum hava tilknýti til økið, víst hesum aftur, og Anna Djurhuus, ásannar, at tey eru frægari fyri við útbúnum starvsfólki í Suðuroy, enn tey eru aðrastaðni.
Men tað kemur framvegis fyri, at vit ikki fáa útbúgvin fólk, serliga feriuavloysarar, og tí hava vit verið noydd at verið seta fólk við ongari útbúgving, men sum kortini hava royndir á økinum, sigur hon.
Hon leggur afturat, at eisini næmingar á Heilsuskúlanum hava verið fúsir at hjálpt til, tá ið óútbúgvin starvsfólk hava manglað.
– So tað er skeivt at siga, at tað er stórt avlop av heilsustarvsfólki í Suðuroy, sigur Anna Djurhuus.
Hon leggur kortini afturat, at øll, sum eru í føstum starvi, hava útbúgving.
Annars sigur hon, at tey gera tað, tey kunnu, fyri at starvsfólkið kann hava fult starv. Nógv størv eru ikki fult starv, men tá ið eitt er leyst, verða verandi starvsfólk spurd, um tey eru áhuga fyri at fara upp í fulla tíð, áðrenn starvið verður lýst leyst.
– Men vit skulu heldur ikki gloyma, at summi vilja helst ikki arbeiða fulla tíð.
Hon heldur ikki, at tað er nøkur loysn at gera ein skúla afturat, men ístaðin heldur hon, at ein máti er at taka fleiri næmingar upp á skúlanum.
– Eg veit ongan sum sigur, at tað er keðiligt at koma til Suðuroyar at ganga í skúla. Tvørtur ímóti hoyri eg bara at hvussu gott tað er at koma suður, tí her ber til at hugsavna seg um skúlan burtur av.