Eitrandi bláskel

Umhvørvi

Stavanger Aftenblad skrivar, at tey, sum síggja eina leskiliga bláskel á eini matstovu, skulu lata vera við at eta hana, tí skelin er fongd við eituri, sum førir til bleytan maga.
Royndir, sum matvørueftirlitið í Mið-Rogalandi í Noregi hevur tikið, vísa, at bláskelin á hesum leiðum er fongd við ov stórum nøgdum av alguni, dinophysis acuta. Hendan algan kann hava evnir í sær, sum elva til bleytan maga. Etir tú skelina, tá ið hon er fongd við hesum eituri, kanst tú rokna við, at ?botnurin? rýkur undan tær!

80 sløg eitrandi
Skeljar liva av at sýla ymiskar partiklar, sum síðan verða sodnaðir. Týdningarmikil føði fyri skeljar er mikroskopiskar einkyknaðar planktonalgur. Av umleið 4000 kendum plantuplankton í havinum, eru umleið 80 sløg eitrandi.
Stavanger Aftenblad skrivar, at framvið norsku strondini eru umleið 20 ymisk sløg av eitrandi plantuplankton.